Norska løgreglan biður um at leingja fongslingina hjá Mariusi Borg Høiby

Sambært ákæruvaldinum verður varðhaldsfongslingin hjá soninum hjá norsku krúnprinsessuni sjálvvirkandi longd, tá hon gongur út 2. mars.

Norska løgreglan hevur biðið um, at varðhaldsfongslingin hjá soninum hjá norsku krúnprinsessuni, Marius Borg Høiby, verður longt.

Tað upplýsti norski miðilin VG í morgun.

Ákærin Andreas Kruszewski boðaði eisini blaðnum frá, at varðhaldsfongslingin av sær sjálvum verður longd, tá hon gongur út.

29 ára gamli Marius Borg Høiby varð varðhaldsfongslaður 2. februar í fýra vikur. Revsingin fer úr gildi 2. mars.

Hann varð varðhaldsfongslaður dagin fyri, at ein rættarfundur um 38 ákærur - harímillum ákærur um neyðtøku og álop - móti honum skuldi byrja í Oslo.

Orsøkin til varðhaldsfongslingina var nýggjar ákærur um harðskap, hóttanir og brot á forboð.

Rættarmálið móti Mariusi Borg Høiby heldur fram í dag.

 

/Ritzau/