Smørtrotið í Noregi nú í jólamánaðinum er vorðið evni í tíðindum víða um heim. Í grannalondunum hava fjølmiðlarnir gjørt nógv burtur úr málinum, og sjálvt hinumegin Atlantshavið hevur tann heldur sjáldsama støðan vakt ans. Tað sást sunnudagin, tá sendingin "Saturday Night Live" hevði eina mynd av tí norska flagginum saman við tveimum smørklumpum, samstundis sum ein maður í kokkabúna greiddi frá smørneyðini í Noregi.
Nakrir norðmenn hava fingið hjálp úr grannalondunum. Eitt nú hava fólk úr Danmark verið í Noregi við smøri, men tað nøktar bara tørvin hjá nøkrum heilt fáum.