Norski Arbeiðaraflokkurin stóra framgongd

Nógv bendir á, at Jens Stoltenberg verður forsætisráðharri aftan á norska stórtingsvalið.

Tað gongur strúkandi hjá norska Arbeiðaraflokkinum í løtuni, og heldur gongdin fram, er lítið at ivast í, at Noreg fær eina reyð-grøna stjórn aftan á stórtingsvalið.

Tann seinasta veljarakanningin, sum varð almannakunngjørd í gjár, gav Arbeiðaraflokkinum 34,6 prosent av atkvøðunum, og so stóra undirtøku hevur flokkurin ikki havt í meiri enn fimm ár. Tað merkir eisini, at flokkurin hevur ongantíð havt so stóra undirtøku, síðani Jens Stoltenberg gjørdist formaður fyri trimum árum síðani.

Politiskir eygleiðarar siga, at nógv fólk, sum ikki vóru á vali seinast, ætla sær at atkvøða fyri Arbeiðaraflokkinum hesaferð, men kanningin vísir eisini, at flokkurin hevur tikið atkvøður frá samstarvsflokkinum Sosialistiska Vinstraflokkinum.

Jens Stoltenberg segði við Aftenposten í gjár, at flokkurin hevur fingið veljarar, tí hann hevur lagt stóran dent á at bøta um viðurskiftini hjá teimum gomlu og skúlaverkið, og tí hann ætlar at bøta um skattaskipanina. Kortini helt hann, at tað er ov tíðliga at fegnast enn, tí tað avgerandi er, hvat fólk siga sjálvan valdagin.

Harafturímóti hevur sitandi forsætisráðharrin, Kjell Magne Bondevik, lítið at fegnast um. Tann seinasta veljarakanningin gevur flokki hansara, Kristiliga Fólkaflokkinum, 6,9 prosent av atkvøðunum, men í øðrum kanningum hevur flokkurin kortini fingið heldur frægari úrslit.

Heldur tann seinasta kanningin, fáa teir borgarligu flokkarnir 74 stórtingsumboð, meðan tann reyð-grøna samgongan hjá Arbeiðaraflokkinum, Sosialistiska Vinstraflokkinum og Miðflokkinum fær 94 umboð.