Internet-Sosialurin úr Oslo:
Mikudagin segði Jákup Sólstein í samrøðu við Sosialin at meðan norðmenn noktaðu Sverra Ólavsyni at fiska, vísir tað seg, at bera væl til at lata týskar trolarar sleppa undir Noreg at fiska, hóast hesir hesir somu týsku trolarar eisini eru keyptir úr Íslandi og hóast teir eisini hava fiskað í smoguni, táið íslendingar áttu teir.
? Vit hava ikki gjørt mun á nøkrum í hesum málinum. Hetta er ikki eitt mál sum hevur fingið politiska viðger í Noregi og tað er Fiskeridirektoratet sum syrgir fyri at reglugerðirnar á fiskivinnuøkinum verða hildnar, sigur talsmaðurin hjá norska uttanríkisráðnum Ingvard Havnen.
Sambært øðrum keldum í norsku stjórnini so var tað eftir øllum at tyda rætt at nokta Sverra Ólason at fiska í norskum sjógvi; tí tá trolarin kom á føroyskar hendur áttu íslendarar framvegis 49 prosent av skipinum og beint eftir at norðmenn høvdu avvíst trolaranum gjørdist hann aftur íslendskur.
Sama kelda sigur at hetta bert vísir at hetta var ein roynd at sníkja seg inn á norskt øki.