Norskt landslið noktar at spæla í trussum

Norska landsliðið í strandarhondbólti hevur fingið bót fyri ikki spæla í kravdum bikini-trussum

Tað eru klæði av hesum slagi, sum norska landsliðið mótmælir (Mynd: Ritzau Scanpix)

Tað eru klæði av hesum slagi, sum norska landsliðið mótmælir (Mynd: Ritzau Scanpix)

Europeiska hondbóltssambandið (EHF) hevur givið norska kvinnulandsliðnum í strandarhondbólti góðar 11.000 krónur í bót, tí liðið noktaði at spæla í kravdum bikini-trussum í EM-kapping.

 

Spælararnir á norska landsliðnum fóru í stuttar buksur, tá ið tær spældu bronsudystin í EM, og tað sigur EHF vera brot á reglarnar.

 

– Tað er í stríð við reglurnar um klæði hjá ítróttarfólkum, sum spæla beachhondbólt, sigur EHF.

 

Norska hondbótssambandið kendi reglurnar og væntaði sær bót.

 

– Men vit halda, at tað er órímiligt og óklókt at geva eina slíka bót til ein bólk av kvinnum, sum stríðast fyri natúrligum rættindum, sigur Kåre Geir Lio, forseti í norska hondbóltssambandinum, sambært Ritzau.

 

Menn kunnu spæla strandarhondbólt í shortsi og sonevndum tanktop, sum ermaleys troyggja. Kvinnur skulu spæla í tættsitandi ítróttar-bh og bikini-trussum,

 

Norska hondbóltsambandið sigur, at tey hava roynt at fingið reglurnar broyttar, og átakið hjá kvinnulandsliðnum skal skiljast sum eitt mótmælti ímóti reglunum.

 

Tað eru klæði av hesum slagi, sum norska landsliðið mótmælir (Mynd: Ritzau Scanpix)