Venjarnir hjá norska fótbóltslandsliðnum, Åge Hareide og Ola By Rise fegnast um, at UEFA fer at víðka EM-endaumfarið við 8 londum, har farið verður frá 16 londum til 24 lond. Hjálparvenjarin, Ola By Rise heldur, at hetta fer avgjørt at geva Noregi ein nógv størri møguleika at spæla seg víðari úr undankappingini, og harvið røkka EM-endaspælinum. ?Síðstu undankappingarnar hava vit akkurát verið ov stuttir. Vit liggja nú beint undir teimum londunum, sum spæla seg í endaumførini. Verður EM víðkað úr 16 londum, og upp í 24 lond, so hevur Noreg ein nógv størri og betri møguleika til at vinna seg í eitt EM-endaumfar. Og tí fegnist eg avgjørt um hesa broytingina.? Segði Ola By Rise við norsku sjónvarpsstøðina, TV2.