Norwegian misti 20 milliónir um dagin

Norwegian hevði vánaligt úrslit fyrsta ársfjórðing

Flogfelagið Norwegian hevði 1,7 milliard krónur í rakstrarhalli fyrsta ársfjórðing. 

Vanliga er fyrsti ársfjórðingur tann lakast hjá flogfeløgunum á okkara leiðum, tí tá er minsta ferðslan, og útreiðslur av eitt nú veðurumstøðum kunnu órógva raksturin.

Í fjør var úrslitið hjá Norwegian hesa tíðina av árinum heldur frægari, hóast talan eisini var um hall. Hetta hóast Norwegian hevði framgongd á 12 prosent í ferðafólkatalinum fyrsta ársfjórðing. 

– Hendan ársfjórðingin merkja vit avleiðingarnar av hækkaða brennievniskostnaðinum. Vit hava havt ferðafólkavøkstur í longri tíð, og tað fara vit at merkja ágóðan av annan ársfjórðing, sigur Bjørn Kjos, stjóri í Norwegian.