Noyðast at hækka prísin

Atlantic Airways hevði hall upp á 6,2 milliónir eftir skatt fyri fyrsta ársfjórðing í ár. Hóast ein betraðan grundrakstur er felagið tvingað at hækka prísin á ferðaseðlum

Flogferðsla

 

Atlantic Airways hevði 6,2 milliónir í halli fyrsta ársfjórðing í ár. Hetta er 1,4 milliónir krónur verri enn fyri fyrsta ársfjórðing í fjør.

Í tíðindaskrivi til virðisbrævamarknaðin leggur felagið tó dent á, at inntjeningin er betrað, og verður sæð burtur frá javning av virðisbrøvum, er úrslitið betrað við hálvuaðrari millión.

 

Stjórin í Atlantic Airways, Magni Arge, sigur, at eftir umstøðunum er úrslitið nøktandi. Men hóast hetta, so er felagið noytt at hækka prísin á ferðaseðlum. Oljugjaldið, sum higar til hevur verið 170 krónur fyri ferðafólkið, fer nú upp við 50 krónum.

- Tá vit byrjaðu við oljugjaldinum, var prísurin á olju um 35 dollarar fyri tunnuna, og í dag síggja vit prísir, sum eru 100 dollarar omanfyri hetta, sigur Magni Arge.

- Serliga eru prísirnir mest sum eksploderaðir seinastu vikurnar, og tað er ein trupulleiki, sum vit mugu fyrihalda okkum til, sigur Magni Arge.

Fyri einum mánaði síðani segði stjórin, at tey hava sett ein bólk, sum skal kanna allar hugsandi hættir at minka um oljunýtsluna, og hetta arbeiði heldur fram. Magni Arge sigur tó, at hóast hetta, so hevur prísvøksturin nú verið somikið ógvusligur, at tey ikki sleppa undan eini príshækking.

Ógvusligu príshækkingarnar á olju hava rakt flogfeløg kring allan heim sera meint. Seinast hevur American Airlines boðað frá, at teir seta fleiri flogfør, tí tað ikki lønar seg at flúgva við teimum. Sagt verður, at ein tummilfingurregul innan flogferðslu sigur, at fyri hvørt oyra, sum oljuprísurin økist, økist kostnaðurin fyri at flyta ferðafólk við einari krónu fyri ferðafólkið.