Jacob Mouritz Olsen
Í hesum døgum verða Føroyar og politiska støðan mótvegis samkyndum umtalað uttan í heimi. Hvøss eygu eru vend ímóti Føroyum og serliga Føroya Løgtingi. Fyri at skilja hví virðisgrundarlagið fyri føroyskum politikki er so ólíkt øðrum norðalondum, meti eg tað vera hóskandi, at seta spurnartekin við tað, sum partar av ‘kristnu Føroyum’ bjóðar føroyskum samkyndum, og at vit føroyingar umhugsa, hvussu stóran leiklut, júst hesar ‘kristnu‘ rørslur hava fyri føroyska heimastýrið.
Nær er tað at man velur annaðhvørt at vera hinkyndur ella samkyndur?
Lat meg gera tað greitt, beinanvegin. Ongin velur at gerast samkynd/ur.
Einasta valið samkynd hava, er annaðhvørt at viðganga ella at nokta egnan kynsligan samleika. Men tíanverri tykjast umstøðurnar at vera vánaligar í Føroyum, serliga hjá samkyndum, at viðganga egnan kynsligan samleika.
Jenis av Rana hevur skrivað síður upp og síður niður, um tey samkyndu. Sum einkult persónur er hann nokk tann føroyingurin, sum higartil hevur havt mest at fortalt okkum, um hvat tað er, at vera samkynd/ur. Og millum tað nógva sum vit hava fingið fortalt frá Jenis av Rana, hevur verið, at samkynd sjálvi taka avgerðina um at gerast samkynd.
Tí kann eg ikki lata vera við at spyrja, nær Jenis av Rana sjálvur tók avgerð um at gerast hinkyndur?
Fara samkynd í helviti?
Jenis av Rana hevur eisini fortalt okkum, at samkynd ikki kunnu arva Guds ríki. Men hvør sigur, at samkynd yvirhøvur ynskja at arva hansara týðing av Guðs ríki? Eitt ‘ríki’ har ‘fordøming’ og ‘ævig niðurgerðing’ av mannarættindum, verður prioriterað fram um kristnan næstrakærleika.
Og harútyvir fortelur Jenis av Rana okkum, at samkynd kunnu grøðast við bøn.
Hvat er hetta fyri fjas? Sipar Jenis av Rana til tað slagið av bønum, sum útvarpsstøðin Lindin hevur bjóðað fólkið við bústaðartrupulleikum og ófunktionellum køliskápum?
Føroyar hava verið kristnar í meiri enn 1000 ár. Alt gott um tað. Men líka longi, og longri enn tað, hava fólk verið samkynd. Eisini í Føroyum. Nær gevast ‘vit føroyingar’ við at brúka týðingar av Bíbliuni sum grundlóg? Og nær gevast ‘vit føroyingar’ við at døma hvønn annan niður í ‘helviti’?
Ávísir føroyskir ‘kristnir’ umboðsmenn hava eisini sagt, at ‘hini norðurlondini ikki eru mætari enn bíbilsku syndabýirnir Sodoma og Gomorra, og at Føroyar ikki skulu vera eins og onnur norðurlond!’
Tað er eftir mínari fatan onki minni enn ein stór skomm, at man soleiðis leypur á hini norðurlendsku londini, bara av tí, at tey líkastillað samkynd og hinkynd.
Tað er nevnliga ólógligt, í øðrum norðalondunum at siga, at fólk eru sjúk av tí at tey eru samkynd. Føroyar, er einasta norðurlandið, har sokallaðar fundamentalistiskar kreftir, frítt kunnu diskriminera samkynd. Eisni á politiska leikvøllinum.
‘Føroyingar hata samkynd!’
Søgan um lógliga diskriminiatión og ágang á føroysk samkynd, hevur sum flestum kunnugt, breitt seg, seinastu vikurnar víða um í útheiminum. Fleiri útlendskir, og eisini føroyskir aktørar velja enn einaferð, at venda hvøss eygu ímóti Føroya Løgtingi.
Danski jutstitsministarin er í Fólkatinginum biðin um at koma við frágreiðing um, hvussu tað ber til, at tað miseydnast Føroya Løgtingi, ferð aftaná ferð at forða fyri forfylging og diskriminatión av føroyskum samkyndum. Tað stutta av tí langa má nokk vera, at meirilutin av føroyskum politikkarum ikki metir tað vera neyðugt. Danski statsministarin, Anders Fogh Rasmussen, hevur eisini kritiserað Føroya Løgting, har hann ímillum annað hevur sagt at: “Færøerne bør ikke diskriminere homoseksuelle”. Harumframt hava eisini íslendskir politikkara hvassliga átalað Føroya Løgting, eins og bløð og onnur hava gjørt í Danmark, Íslandi og í øðrum londum.
Kritikkurin av Føroya Løgtingi er eisini komin til sjóndar við tveimum óheftum innsamlingum av undirskriftum. Sjálvur meti eg, at tað tók í so langa tíð, áðrenn Miðflokkurin og líkasinnaði endiliga funnu veikleikar í tí útlendsku innsammlingini. Og sum væntað hava nakrir føroyingar valt at brúka nógva tíð og orku uppá at sabotera útlendsku innsamlingina. Hóast talan hevur verið um eina relativt miseydnaða roynd, hevur hetta alíkavæl verið ein dyggur stuðil til Miðflokkin og líkasinnaði. Kritikkurin frá Miðflokkinum og líkasinnaðum politikarum, umframt miseydnaðu royndirnar hjá føroysku sabotørunum, er enn eitt tekin um, at tað verðuliga er neyðugt at verja føroysk samkynd ímóti diskriminatión og ágangi.
Á kjaktorginum hjá Kvinna.fo skrivar ein brúkari nevnd Goggi, at hon heldur, at meinigi føroyingurin ikki skal finna seg í tí fatan, sum útheimurin hevur fingið av Føroyum og føroyingum. Eg eri púra samdur við henni í hesum. Tí nú hava Føroyar og Føroya Løgting við lógaruppskotinum um at seta §226b í gildi enn einaferð fingið møguleikan at broyta vánaliga umdømið, sum Føroyar hevur fingið í útheiminum.
Heldigvís hevur eitt vaksandi tal av føroyingum nú sett seg uppí móti manglandi viljanum í Løgtinginum og tí homofobiska áganginum sum er komin frá ávísum rørslum í Føroyum. Millum tey sum hava heitt á Føroya Løgting um, at §226b skal vera galdandi í Føroyum, hava millum annað verið fleiri føroysk kvinnufeløg, Føroya Løgmaður, nakrir løgtingslimir og onnur við.
Koyr á Føroyar!
Tað verður fyrst og fremst spennandi at síggja, hvat úrslit Føroya Løgting finnur fram til. Tí hetta verður tað sum avger, um umdømið hjá Føroyum í útheiminum kann broytast. Og líka so spennandi verður tað at síggja, hvussu politikarnir hvør sær fara at atkvøða fyri og ímóti §226b.