Bakgrund: Hevur ein føroyingur so álvarsama hjartasjúku, at hann er noyddur at fáa nýtt hjarta, ber væl til at fáa hetta gjørt á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn.
Fríska hjartað fær føroyingurin frá onkrum dana ella øðrum útlendingi, ið av einari ella aðrari orsøk er heiladeyður og sostætt í Danmark kann staðfestast at vera kliniskt deyður. Treytin er bert, at hesin ? tá hann var á lívi - hevur skrivað undir uppá, at hann vil lata gøgn síni ella, at tey avvarandi geva loyvi til hetta.
Føroyingar kunnu sostætt uttan stórvegis trupulleikar fáa nýggj gøgn frá dønum.
Men harafturímóti er tað als ikki loyvt føroyingum í Føroyum at lata onnur gøgn enn nýru. Í Føroyum er nevniliga ikki loyvt at staðfesta, at ein persónur er deyður, fyrr enn hjartað er steðgað. Og tá eru bæði hjartað, lungu og livur ónýtilig at lata til onnur fólk.
Súltað í Danmark
Tað eru kortini ikki føroyingar sjálvir, ið hava skuldina av, at vit ikki kunna lata gøgn, men bert taka ímóti.
Orsøkin til støðuna er, at danska Løgmálaráðið enn ikki formliga hevur sett í gildi ríkislógartilmælið við kongaligari fyriskipan, sum løgtingið í juni 1996 samtykti at fáa sett í gildi.
Tá løgtingið í 1996 samtykti eina áheitan frá táverandi landsstýrimanninum í heilsumálum, Andreasi Petersen um, at ríkislógartilmælið skuldi setast í gildi í Føroyum, vórðu allar vanligar mannagongdir fylgdar. Løgtingið vendi sær eftir samtyktina til landsstýrið við málinum, sum síðani heitti á ríkisumboðið um at senda Løgmálaráðnum málið.
Løgmálaráðið skal nevniliga góðtaka samtyktina og koma við møguligum broytingum, áðrenn ríkislógartilmælið endaliga kann setast í gildi í Føroyum.
Men hóast fýra ár eru liðin síðani hetta varð gjørt, er málið enn ikki komið víðari.
Reist á fólkatingi
At tað í Føroyum ikki ber til at staðfesta, at ein persónur er deyður, tá hann er heiladeyður, kemur illa við hjá læknum í Føroyum. Tí hava teir fleiri ferðir rykt myndugleikarnar eftir at fáa lógina lýsta.
Somuleiðis hava feløg, ið røkta áhugamál sjúklinganna, eisini lagt trýst á myndugleikarnar, um at fáa hesa lóg, sum jú er samtykt, setta í gildi.
Ríkisumboðið hevur langt trýst á Løgmálaráðið um at fáa málið avgreitt. Seinast ríkisumboðið gjørdi hetta var í oktober 1999. Men kortini hendi einki.
Í februar í ár reisti føroyski fólkatingslimurin, Jóannes Eidesgaard, málið á fólkatingi í einum skrivligum fyrispurningi til danska løgmálaráðharran, Frank Jensen.
Jóannes Eidesgaard vildi hava at vita, nær tað kundi væntast, at lógin fór at verða sett í gildi fyri Føroyar.
Ellivu dagar seinni svaraði danski løgmálaráðharrin, at Løgmálaráðið tá umhugsaði, um tað bar til at seta í gildi nøkur serlig viðurskifti í partinum um líksýn, sum føroysku viðurskiftini krevja. Her sipaði løgmálaráðharrin helst til rættin hjá fiskiskiparum at staðfesta deyða.
Frank Jensen segði tó vænta, at Løgmálaráðið fór at verða liðugt við eitt útkast at leggja fyri landsstýrið einaferð í ár.
Tað er nevniliga so, at um Løgmálaráðið ger broytingar orðingini, løgtingið hevur samtykt, skal Løgmálaráðið senda landsstýrinum broytingarnar, soleiðis at føroyskir myndugleikar kunnu góðtaka tær.
Liggur í einum stakki
Sosialurin hevur vent sær til Løgmálaráðið fyri at fáa at vita, hvussu langt Løgmálaráðið er komið við málinum.
Men sambært teimum upplýsingum, Sosialurin hevur fingið frá embætisfólkum í Løgmálaráðnum, er einki meira hent í málinum higartil.
? Málið liggur millum fleiri onnur mál, sum skulu avgreiðast í Løgmálaráðnum, og ofta stinga mál seg upp, sum hava størri týdning at viðgera beinan vegin, eru boðini úr Løgmálaráðnum.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í lógarmálum, heldur, at hetta ber boð um, at føroysku málini altíð enda niðast í dungunum av teimum málum, ið skulu viðgerast. Men hetta heldur hann kortini ikki vera løgið, tí Løgmálaráðið er jú til fyri viðgera donsk mál.
Í Løgmálaráðnum liggja í løtuni 14 ríkislógartilmæli og bíða eftir at verða sett í gildi í Føroyum. Men boðini eru framvegis, at Løgmálaráðið fer at senda landsstýrinum eitt útkast til ríkislógartilmælið um líksýn, líkskurð og flyting av gøgnum í ár.