SÁTTMÀLI
Nú sáttmáli loksins er undirskrivaður og góðkendur millum SEV og Maskinmeistarafelagið, so er Karste Hansen, landsstýrismaður, framvegis sannførdur um, at lønarhækkanin er ov stór.
Men Karsten, sum hevur síðsta orðið, hevur góðkent, og harvið verður sáttmálin nú settur í gildi.
?Eg havi allatíðina sagt, at maskinmeistararnir kundu fáa tað sama, sum feløgini á tí privata arbeiðsmarknaðinum samdust um. Nú fáa maskinmeistararnir tað sama sum hini, sigur Karsten Hansen.
Hann sigur, at tað so við og við gjørdist greitt, at arbeiðarafeløgini fóru at fáa ein lutfalsliga stóra lønarhækkan, og tískil gekk hann við til, at maskinmeistararnir hjá SEV fingu tað sama eftir hansara tykki.
Men undan semjuni á privata arbeiðsmarknaðinum hevði Karsten ikki góðkent eina níggju prosent lønarhækkan.
?Teir privatu hava lagt eina linju, og hana vóru vit í hesum førinum noyddir at fylgja, sigur Karsten Hansen.
Ov nógv
Sum landsstýrismaður í lønar- og fíggjarmálum hevur Karsten Hansen ábyrgdina av, at føroyski búskapurin klárar seg sum best. Skulu vit trúgva landsstýrismanninum, so er hetta langt frá tað besta, sum kundi henda fyri búskapin.
?Eg havi eina ábyrgd sum landsstýrismaður at syrgja fyri, at vit framvegis hava ein góðan búskapin og eitt kappingarføri. Feløgini hugsa sjálvandi um sínar limir, men vit mugu øll hava tað samfelagsliga í huganum, sigur Karsten Hansen.
Og fylgjurnar av hesum lønarhækkingum eru fyrst og fremst verri kappingarføri, heldur landsstýrismaðurin.
?Hjá tí almenna fer hetta eisini at merkjast við, at vit í fyrstu atløgu fáa fleiri skattainntøkur av hægru lønunum. Men hetta er løtuvinningur, og vit eru í stórum vanda fyri at brenna ljósið í báðum endum, sigur Karsten Hansen og vísir til, at við verandi búskaparútlitum verður torført at finna peningin at gjalda hesar hægri lønir fyri.
Til samráðingar
1. oktober ganga ein longri røð av sáttmálum hjá Karsten Hansen út. Tá fakfeløgini á privata arbeiðsmarknaðinum hava fingið somikið stóra lønarhækkan, so er lætt at hugsa sær, at Starvsmannafelagið og hini feløgini fara at fáa í øllum førum tað sama.
Vit spyrja eisini Karsten Hansen um hetta. Hóast hann skákar sær undan spurninginum, so ásannar hann, at tað verður ikki sloppið uttanum hetta soleiðis uttan víðari.
?Vit fara til samráðingar við opnum sinni. Tey alment løntu skulu ikki vera verri fyri enn hini. Tey eru í mínari verð verd sína løn, sigur Karsten Hansen.
Lærdómurin
Seinastu nógvu tíðina hevur málið um SEV, maskinmeistarar og Karsten Hansen staðið rimmarfast ovast á breddanum. Fleiri vildu óivað verið hetta fyri uttan, og teirra millum telist eisini Karsten Hansen.
?Sæð í bakspeglinum kundu vit verið hetta fyriuttan. Tað er neyðugt at fáa kalt vatn í blóðið. Eingin hevur fyrimun av hesum óskilinum, sigur Karsten Hansen.
Og eins og aðrir politikararnar vil Karsten Hansen hava greiðari viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum.
-? Vit mugu hava tað sum aðrastaðni við betri skipaðum viðurskiftum og fráboðanarskyldu. Í Danmark eru tað fakfeløgini, sum ynskja høvuðsavtalur og taka stig til hetta. Í Føroyum tykjast fólk berjast ímóti øllum, sum líkist skipaðum viðurskiftum, sigur Karsten Hansen.