Noyddist av lenda í München við sjúkum ferðafólki

Flogfarið, sum var á veg úr Nice til Keypmannahavnar, noyddist at lenda í týska býnum, München

Eitt SAS-flogfar, sum skuldi til Keypmannahavnar, noyddist í dag at lenda í týska býnum, München

SAS-flogfarið var á veg úr franska býnum, Nice, tá eitt av ferðafólkunum hevði brúk fyri læknahjálp.

 

Tað veit svenska ávísin, Expressen, at siga nú seinnapartin.

- Tað var eitt av ferðafólkunum umborð í flogfarinum, sum hevði brúk fyri bráðfeingis læknahjálp.

 

Eitt talsfólk fyri SAS, Knut Morten Johansen, sigur, at støðan var so mikið álvarslig, at flogfarið noyddist at lenda so skjótt sum tilbar.

 

- Tí lendi flogfarið, sum annars skuldi úr Nice til Keypmannahavnar, í München, soleiðis at ferðafólkið kundi fáa læknahálp.

 

Einki verður sagt um, hvussu tað gekk hjá ferðafólkinum, sum kom á sjúkrahús í týska býnum.

 

Eitt SAS-flogfar, sum skuldi til Keypmannahavnar, noyddist í dag at lenda í týska býnum, München