Bæði í 2014 og 2015 vóru HB og NSÍ liðini, sum hittust í steypafinaluni hjá unglingum, ella U18, sum tað formelt eitur í dag. Aftur í ár vóru HB og NSÍ tey, ið skuldu spæla um Thomas Dam Intersport steypið. Bæði tey farnu árini hevur HB vunnið steypafinaluna, men í ár eydnaðist tað runavíkingum at bróta óndu ringrásina, tí at kvøldsins U18-steypafinalu vann NSÍ 2-1.
Hetta varð staðfest fyri løtu síðani, tá ið dómarin, Súni Fríði Barbá, bríkslaði fyri seinastu ferð.
Í fyrra hálvleiki høvdu bæði liðini nakrar naskar royndir á málið, har NSÍ tyktist at skapa størru kjansirnar. Serliga nær við var NSÍ at skora, tá ið eitt fríspark frá Peturi Knudsen brast í tvørstongina og niður í svørðin.
Tað kom tó ikki hol á málskjótingina fyrr enn í seinna hálvleiki. Øll málini blivu skorað innanfyri seinastu 20 minuttirnar, tá ið fyrst miðverjin hjá NSÍ, Jóhann Gaardbo, prikaði bóltin í netið eftir at málverjin hjá HB hevði hálvbjargað einum stútara frá Peturi Knudsen.
Tíggju minuttir fyri leiklok varð tó líkt til, at dysturin skuldi í longda leiktíð. Mest eyðsýndi leikarin hjá HB í kvøldsins steypafinalu, Teit Jacobsen, tók sakina í egnar hendur og smekkaði bóltin í handara málhorn úr 20 metra fjarstøðu.
Dysturin varð tó avgjørdur fimm minuttir seinni, tá ið Jann Benjaminsen hjá NSÍ breyt ígjøgnum úr vinstra borði. Vinkulin til at skjóta upp á mál gjørdist heldur spískur, men kortini eydnaðist tað vonginum hjá NSÍ at fáa bóltin í mál umvegis málverjan hjá HB.
HB legði trýst á seinastu minuttirnar og spældi seg til onkra góða støðu, men NSÍ megnaði at halda tørn. Endaliga úrslitið gjørdist 2-1 til NSÍ, sum er vinnari av Thomas Dam Intersport steypinum 2016.
Hesir mannaðu liðini:
NSÍ: Karstin Hansen - Pætur Hentze, Sjúrður Pauli Nielsen, Jóhann Gaardbo, Andri Benjaminsen - Mórits Heini Mortensen, Aron Knudsen, Jannik Olsen, Jann Benjaminsen, Hans Marius Davidsen - Petur Knudsen
HB: Mattias Lamhauge - Martin Hjaltalin Dam, Bartal Wardum, Pætur Ejdesgaard (Bjarni Brimnes), Daniel Johansen - Hjalti Djurhuus, Hans Jákup Annfinsson, Adrian Justinussen, Ari Mohr Olsen, Teit Jacobsen - Jonathan Hayfield (Jóhan Heinason Joensen)
NSÍ-HB 2-1 (0-0)
1-0: Jóhann Gaardbo
1-1: Teit Jacobsen
2-1: Jann Benjaminsen