ÍF er undirmannað í Runavík, eftir at fyrrverandi NSÍ spælarin Alexander Jovevic hevði sæð gula kortið tvær ferðir og harvið sá reytt.
Fimm minuttir undan leikloki legði NSÍ seg á odda, og aftur hesa ferð var tað við brossparki, sum Óli Hansen umsetti til mál og harvið 2-1 leiðslu.
Brotssparkið varð dømt, tí togað varð í Øssur Dalbúð í brotsteiginum. Øssur kom á vøllin í 1. hálvleiki, tá ið Jónhard Frederiksberg noyddist at taka seg burturúr oyggjauppgerðini.