NSÍ fær vitjan av sínum egnu

Tveir av álopsspælarunum hjá ÍF búgva í Runavík, har teir eru uppaldir í NSÍ

Oyggjauppgerðin við Løkin verður mánakvøldið, tá ið punktum verður sett fyri 17. umfar.

Bæði í Runavík og í Fuglafirði verður sagt, at allir spælararnir eru tøkir. Í Fuglafirði hava teir saknað annan av venjarunum, Abraham Løkin, til venjingar. Eftir at hann kom aftur úr Lyngby við U-19 landsliðnum hevur ÍF venjarin, sum býr í Runavík, verið sjúkur og seingjarliggjandi.

Merkisvert er tað, at bæði ÍF venjarin og tveir av fremstu álopsspælarunum hjá ÍF búgva í Runavíkar kommunu. Andy Olsen úr Søldarfirði hevur leingi spælt í Fuglafirði, og í summarsteðginum flutti Øssur Dalbúð úr NSÍ og til ÍF.

Øssur slapp ikki framat í NSÍ álopinum, tí Karoly Potemkin eigur fast pláss. Hann skoraði nógv mál tey fyrstu umførini, men seinastu tíðina hevur tað verið meiri friðarligt kring hann. Nú fæst at síggja, um tað verður Potemkin ella Øssur Dalbúð, sum fara at skora mál við Løkin mánakvøldið.

Rógvi Jacobsen spældi ein hálvan tíma ímóti HB. Hann verður við ímóti NSÍ, men tað verður ikki roknað við, at hann verður millum teir fyrstu ellivu.

Tá ið NSÍ sunnudagin hevði vitjan av B36, var tað einki, sum boðaði frá, at tað ikki fer at rigga, nú Hjalgrím Elttør er farin úr felagnum.

ÍF var í Gundadali síðsta sunnudag. Úrslitið ímóti HB var málleysur javnleikur, og fuglfirðingar fóru væl nøgdir til hús aftur.



NSÍ-B36 3-0

Víkingur-NSÍ 1-0

B68-NSÍ 2-2

NSÍ-EB/Streymur 1-2

HB-NSÍ 5-2

NSÍ-07 Vestur 5-1

KÍ-NSÍ 0-2

NSÍ-AB 0-1