Tá NSÍ og LÍF møttust í Leirvík um páskirnar, vann NSÍ 6-0. Sunnudagin hittust liðini aftur í Runavík, og fyrstu 70 minuttirnar sá út til, at úrslitið fór at verða nakað tað sama sum í fyrra dystinum millum hesi bæði eysturoyarliðini.
NSÍ var á odda 4-0 og sá út til at hava fult tamarhald á støðuni. Men kortini eydnaðist tað leirvíkingum at fáa trý mál og enntá vera nær við at fáa tað fjórða.
Í fyrra hálvleiki var stórur munur á liðunum, og tað sást, at her var talan um eitt av betru liðunum í 1. deild og so eitt 2. deildarlið.
Óli Hansen er vandamikil álopsmaður, ikki minst í luftspælinum, og hann gjørdi eitt reint hat-trick í fyrra hálvleiki ? av teimum trimum málunum vórðu tvey gjørd við høvdinum.
Tað fyrsta setti hann fótin á, tað næsta kom eftir gott uppspæl og innlegg úr høgru frá Kára Sigvardsen, og tað triðja stútaði hann inn eftir hornaspark frá Kára Hansen.
Í seinna hálvleiki økti evnaríki Christian Høgni Jacobsen til 4-0 eftir at hava krúllað eitt sindur inni í brotsteiginum. Við støðuni 4-0 hugsaði nýggi NSÍ-venjarin Milan Cimburovic, at hann kundi royna eitt og annað. Nýtt fólk kom á vøllin, og m.a. varð Christian Høgni settur aftur í verjuna.
Tóku trý mál innaftur
Um tað vóru hesar umrokeringarnar, sum loyvdu LÍF inn aftur í dystin, er ilt at siga, men tað er ein sannroynd, at leirvíkingar góvu vertunum ein veruligan kløkk móti endanum av dystinum.
Fyrst setti Jonhard Høgnesen eitt brotsspark í netið, tá NSÍ málverjin hevði forbrotið seg móti reglunum, og síðani minkaði pólverjin Tomek Resel til 2-4, tá NSÍ verjan var í gávuhýri.
Kristjan á Reynatrøð hevur eftirhondini verið við leingi, og hann vísti, at máltevið framvegis er har, tá hann við fáum minuttum eftir minkaði til 3-4.
NSÍ liðið tók sær eisini eitt sindur ov nógv av løttum eftir fýra máls leiðsluna, og tá menn fóru at klandrast eitt sindur ov nógv innanhýsis, var lagamanni hjá LÍF at hótta seinastu minuttirnar. Aftan á triðja málið høvdu gestirnir ein heilt hampuligan málmøguleika afturat, men skotið fór við síðuna av.
Tær mongu eysturoyaruppgerðirnar hava ongantíð verið lættar at rokna út frammanundan, men uttan at taka nakað frá LÍF, so eigur tað at geva 1. deildarliðnum hjá NSÍ okkurt at hugsa um, at trý mál sleppa inn seinastu tjúgu minuttirnar móti einum 2. deildarliði.