NSÍ boðar í dag frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við Mikkel Jacobsen. Hann hevur royndarvant seinastu vikuna, og avrikini hava verið so góð, at felagið hevur gjørt sáttmála við 21 ára gamla framrættaða miðvallaran, sum er uppvaksin í FC Midtjylland.
- Seinastu vikuna hevur Mikkel royndarvant við NSÍ, og nú er sáttmáli undirskrivaður. Mikkel er 21 ára gamal, og er uppvaksin í FC Midtjylland, har hann hevur leikt síni ungdómsár. Seinasta ár spældi Mikkel við Kolding í næstbestu donsku deildini, og nú kemur ungi evnaríki spælarin at umboða NSÍ. Mikkel hevur eisini spælt fimm dystir við danska U16 landsliðnum, skrivar nsi.fo.
Heimasíðan hjá NSÍ skrivar millum annað, at avrikið í venjingardystinum móti ÍF var so sannførandi, at tey í felagnum er ikki í iva um, at hann kemur at styrkja liðið.
- Mikkel er ein spælari, sum kann røkja tey offensivu plássini, og hevur víst at hann hevur sera góð evnir. Mikkel skoraði tvey mál í venjingardystinum ímóti ÍF mikukvøldið, og ongin ivi eru um at Mikkel kemur at styrkja NSÍ liðið, skrivar nsi.fo.
Í farnu viku longdi felagið sáttmálan við nýggja borgarstjóran á Eiði, Rógva Egilstoft. Tróndur Jensen er komin úr HB, og Sjúrður Pauli Nielsen er aftur, eftir at hava verið útleigaður til ÍF í fjør. Frágongdin telur spælarar sum Jann Benjaminsen, Bárður J. Hansen, Salmund Bech, Steffan A. Løkin og Jesper Christjansen.