Eitt stig á Svangaskarði var nóg mikið hjá NSÍ at røkka fjórða plássinum og harvið røkka plássinum í Intertoto Cup, sum teir í nógvar vikur hava havt eyguni vend ímóti.
NSÍ rakk ikki europeisku veddingarkappingini, tí teir taptu, samstundis sum gøtumenn vunnu á Tvøroyri, og uttan at taka nakað frá heimaliðnum, ið spældi fyri sínum møguleika og fekk fulla úrtøka, so kann ikki annað sigast, enn at teir á gestaliðnum gjørdu lítið fyri at vinna.
NSÍ var so varðið í útgangsstøðuni, at tað ber ikki til at leggja annað í tað, enn at teir vóru mest hugaðir fyri málleysum javnleiki. Teir høvdu bara Mortan Hansen á toppinum, og teir løgdu lítið trýst á verjuna hjá B68. Harvið fingu teir á heimaliðnum frið til at skipa sítt spæl, Øssur Hansen fekk gott pláss, og Aksel Højgaard fekk frið til at brúka síni góðu fótbóltsevnir.
Hjá NSÍ manglaðu fleiri av teimum, sum hava verið við til at borið liðnum til plássið, sum teir vóru á ? serliga meinur var saknurin av Arnfinni Langgaard í miðverjuni (Jákup Martin Jacobsen fekk fyri fyrstu ferð møguleikan á hesum plássinum frá fyrsta bríksli) og Kára Hansen á miðvøllinum, og tað kom illa við, at Kristian Høgni Jacobsen heilt tíðliga í 2. hálvleiki noyddist at fara út ? og tað sást aftur í avrikinum. Liðið var ikki væl skipað, og teir sparkaðu ov nógv og spældu ov lítið, og tað kostaði eisini nógv, at teir so ofta mistu í uppspælinum.
Men hóast hol og veikleikar, so var NSÍ á odda tvær ferðir, og teir høvdu eisini møguleikar at økja um leiðslurnar. Eddie
Mikkelsen, sum var miðvallari ytst í vinstra borði, fekk góðan møguleika at økja til 3-1, men hann fekk ikki mál, og tað vísti seg at gerast kostnaðarmikið, at heldur ikki Páll Didriksen, sum spældi síðsta korterið, ikki fekk mál móti fyrrverandi liðfeløgunum.
Málini
Ken Nónklett var ein av mongu miðvallarunum. Hann hevur verið við onkrar løtur fram móti endanum av kappingini, og hesa ferð skoraði hann við góðum lobbara úr 24 metrum.
Tá vóru 21 minuttir farnir, og støðan helt sær til seinna umfarið var tveir minuttir gamalt. Jan Petersen, sum hesa ferð var fluttur út aftur á gamla plássið hjá sær á høgra vongverjanum, legði innfyri, og Aksel Højgaard var fyrstur á og heilfluktaði í kassan.
Hetta setti lív í heimaliðið, sum alla tíðina tóktist viljasterkari, enn teir ofta hava gjørt fyrr í ár. Teir spældu seg til onkrar møguleikar, og ikki minst Fróði Benjaminsen, sum seinni gjørdist so avgerandi fyri úrslitið, hevði ein stóran møguleika, tá hann kom innum málverjan, men NSÍ bjargaði á strikuni.
B68 hevur fyrr í ár tapt nógv stig síðstu løtuna, og tá NSÍ kom framum aftur eitt lítið korter fyri leiklok lá í luftini, at øll stigini skuldu fara av Svangaskarði. Sjúrður Jacobsen sendi høgt frísparksinnlegg úr vinstru og tvørtur við málinum, B68 málverjin fór púra skeivur, og Sonni L. Petersen, sum hevði loyst Kristian Høgna Jacobsen av, rann í bóltin, sum fór um strikuna.
Men toftamenn knýttu nevarnar, teir fingu hjálp av út av lagi vánaligum eftiransingum í NSÍ verjuni, teir fingu tvey mál, stigini vóru á Toftum, lagið á ársveitsluni var gott, og kærkomni sigurin á innan monnum var gott plástur á eitt kappingarár, sum ikki stóð mát við tað, teir í B68 høvdu vónað og roknað við.
Fróði Benjaminsen, sum í útgangsstøðuni var framrættaður miðvallari ella hangandi álopsmaður, átti síðsta fótin á báðu ferðirnar.
Jákup Eli Olsen, sum býr í Havnini, har hann gongur í skúla, hevur boðað frá, at hann ætlar sær ikki at spæla við barnsdómsfelagnum komandi ár. Hvussu tað verður við tí, fáa vit at síggja, men um hetta var síðsta ferðin á B68 liðnum í hesum umfarinum, so kunnu vit ikki siga annað, enn at endin var góður. Hann átti sendingina úr vinstru, sum fór framvið fleiri verjuspælarum, áðrenn Fróði Benjaminsen við handara stólpan smekkaði í kassan, og Jákup Eli var eisini faddur til sigursmálið, tá hann sendi út frá baklinjuni í vinstru til Fróða Benjaminsen, sum um brotssparksplettin var púra leysur, smekkaði uppundir nettakið, og toftamenn inni á og kring vøllin bóru seg at, sum um teir høvdu vunnið meistaraskapin.