Í fjør vann NSÍ sítt fyrsta meistaraheiti. Í dag var setningurin á heimavølli at vinna á Skála.
Tað eydnaðist hjá NSÍ. Í 1. hálvleiki kom einki mál, men í 2. hálvleiki skoraði heimaliðið tvær ferðir. Fyrra málið skoraði Einar Hansen úr vinstru, og seinna málið skoraði Bogi Løkin við beinleiðis frísparki.
Líkindini vóru vánalig, men tá ið síðsta bríkslið ljóðaði var veðrið nógv batnað - akkurát sum tað er kring landið alt.
Eina løtu var góður møguleiki fyri, at heimasigurin skuldi verða nóg mikið til at vinna bronsukrónurnar. Men so komu tíðindini úr Gundadali, sum søgdu, at B36 hevði vunnið 2-1 á B68, og harvið var tað greitt, at bronsumerkini fóru at enda í árstalsfelagnum í høvuðsstaðnum.