TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Betuel Hansen hjá NSÍ aftaná Betuel og liðfelagarnir høvdu spælt javnleik 1-1 ímóti B36 á heimavølli við Løkin í Runavík.
Betuel Hansen iðrar seg um, at NSÍ ikki hevði eins gott tak á B36 í seinna hálvleiki, sum teir høvdu í fyrra hálvleiki. Í fyrra hálvleiki var NSÍ á odda 1-0. Betuel Hansen heldur ikki, at teir í NSÍ vóru líka nógv á B36-spælarunum í seinna hálvleiki.
Tað kennist eisini eyka dýrt at spæla javnleik, tá hini oddaliðini, KÍ og Víkingur hava vunnið sínar dystir.