NSÍ hevur ikki tapt í tveir mánaðir

1.DEILD: Í kvøld fór B36 úr Runavík við ongum

 

Tað gongur strúkandi hjá næstbesta NSÍ liðnum.

Fríggjakvøldið var B36 gestur í Runavík, og teir í árstalsfelagnum fóru av vøllinum við Løkin við ongum.

NSÍ vann 3-2. 30. mars tapti NSÍ 5-0 ímóti Víkingi. Síðani hevur NSÍ spælt níggju dystir. Úrtøkan er átta sigrar og ein javnleikur. NSÍ er topplið við 28 stigum fyri ellivu dystir. Víkingur hevur 24 stig fyri ellivu dystir, og 07 Vestur hevur 24 stig fyri tíggju dystir.

Sølvi Sigvardsen legði NSÍ framum í sætta minutti, og Óli Højgaard Olsen økti um munin til 2-0 miðskeiðis í fyrra hálvleiki.

Tíggju minuttir eftir steðgin  minkaði Andrass Johansen um munin til 2-1, men bara tríggjar minuttir seinni økti Andri Benjaminsen um munin til 3-1.

Tríggjar minuttir undan leikloki minkaði Sveinur Lava Olsen um munin til 3-2 við brotssparki, og tað varð úrslitið.

Tapið ber við sær, at punktum varð sett fyri – fyribils í hvussu so er – góðu gongdini hjá B36, sum fýra ferð á rað hevði vunnið úrtøku – tveir sigrar og tveir javnleikir.

B36 er á fimta plássi við tólv stigum. Møguleiki er fyri, at Skála og B68 leygardagin kunnu fara framvið B36. Skála hevur ellivu stig, og B68 hevur tíggju stig. Skála fær leygardagin – á norðoyastevnu – vitjan av KÍ, og B68 eigur heimavøll ímóti HB.

Hinir dystirnir leygardagin eru B71 – EB/Streymur og Víkingur – 07 Vestur.