NSÍ legði bragdliga fyri

1.DEILD: Tá ið HB royndi at pressa fyri at javna, staðfesti NSÍ sigurin í tíðini, dómarin legði aftrat

Teir næstbestu hjá NSÍ høvdu í dag vitjan av teimum næstbestu hjá HB. Úrslitið var, at heimaliðið vann 2-0. Hálvleiksstøðan var 1-0.

Pætur T. Skipanes setti hol á í sætta minutti. Hetta var fyrsta royndin ímóti málinum. Í tíðini, sum dómarin legði aftrat, staðfesti innskifti Jóel Jacobsen 2-0 heimasigurin. Hetta var fyrsta ferðin, at 17 ára gamli Jóel skoraði fyri næstbesta NSÍ liðið. Uppgleggið átti Steffan Løkin. Hann flutti í vetur úr EB/Streymi og aftur í barndómsfelagið.

Millum spælararnar á NSÍ liðnum var Haraldur R. Højgaard, sum í vetur flutti av Skála og til Runavíkar.

Jákup Højgaard, sum í vetur flutti úr EB/Streymi og til HB, vardi HB málið.