Fótbóltur
Støðan var ikki ókend, sum gøtumenn vóru í sunnudagin. Tað reið leingi um snarið. Bæði liðini høvdu málmøguleikar, hvørki liðið megnaði at fáa mál, og spælbýtið var javnt. Í fleiri av undanfarnu dystunum hevur tað, sum 2. hálvleikur er liðin, koppað GÍ til fyrimunar. Orkan hjá mótstøðumonnunum hevur ikki verið so stórt, sum tann hjá gøtumonnum, og so hava tølini talað fyri sannførandi Gí heimasigrum.
Soleiðis kundi tað havt gingið, tá NSÍ vitjaði í einki serligum líkindum sunnudagin, men soleiðis gekk tað ikki.
NSÍ skoraði í 2. hálvleiki einasta málið. GÍ flutti fólkið langt fram, og í einari desperatari roynd at koma afturíaftur løgdu teir nógv trýst á málið hjá NSÍ, har Jens Martin Knudsen var stóri íblásarin. Ofta hava teir úr Runavík mist takið síðsta korterið, tá teir hava spælt í Serpigerði, men tað gjørdu teir ikki hesa ferð. NSÍ fór avstað við øllum stigunum, og harvið svann seinasta vónin hjá gøtumonnum at vinna enn eitt FM heiti.
Tættar eftiransingar
Hesa ferð royndu teir í NSÍ at hava heilt stutt tjóður á mótstøðumonnunum. Miðvøllurin hjá teimum hevur sjáldan bara verið mannaður við góðum fótbóltsspælarum. Tað var hann hesa ferð. Brynjolvur Nielsen, Sjúrður Jacobsen og Ian Højgaard megnaðu at dekka sera tætt, og hóast tað ikki altíð sá so polerað og sannførandi út, so megnaðu teir av og á at fáa framrættaða spælið at hanga saman.
Í høgra borði hevði Gert Langgaard gott tak á Henningi Jarnskor, og samstundis megnaði Gert fleiri ferðir at bjóða seg til. Í vinstra borði var Eddie Mikkelsen, sum er ein góður bóltspælari. Hann var onkra ferðina yvirspældur av Áslaki R. Petersen, men innleggini vóru ofta ikki serliga neyv.
Í verjuni var Dánial Hansen aftastur. Setningurin hjá Jónsteini Petersen og Arnfinni Langgaard var bara at ansa Helga L. Petersen og Óla Hansen. Tað megnaðu teir stak væl. Fyrrverandi NSÍ menninir í GÍ høvdu ongan upplagdar málmøguleika. Bestu GÍ møguleikarnar fyrsta tíman høvdu Magni Jarnskor, sum lobbaði upp um Jens Martin Knudsen, men bólturin stiklaði skeivu megin stólpan, og einar tvær ferðir var um reppið, at Bartal Eliassen eftir frísparksinnlegg fekk sett høvdið orduliga undir bóltin.
Í framrættaða partinum hjá NSÍ var Sonni L. Petersen ágrýtin og uppsøkjandi. Í trimum førum var um reppið, at hann fekk bóltin í netið aftanfyri Hall Hansen. Uppspælið var hvørja ferð í høgru, men tvær ferðir kiksaði Sonni fluktroyndir, og eina ferð fór stútarin við síðuna av málinum.
Málinum hjá NSÍ bilti einki. Ian Højgaard sendi fríspark í høgru longri út í borðið til Gert Langgaard, sum sendi innfyri. Ken Nónklett, sum hevði stríðst nógv, men sum frammanundan ikki var komin til serligar møguleikar, var fyrstur á, og níggju metrar úr málinum og við fremra stólpan, snittaði hann í handara síðunetið.
Brotnaðu á miðjuni
At tað hesa ferð ikki eydnaðist so væl hjá GÍ, sum tað ofta fyrr í ár hevur gjørt, mundi fyri ein part komast av fleiri rokeringum á miðvøllinum. Undan dystarbyrjan var greitt, at slítarin, Poul Henning Jacobsen, ikki var førur fyri at spæla. Í hansara stað varð veteranurin Jóan Petur Olsen settur. Hann helt bara eina løtu. So varð Hans Pauli Petersen settur inn. Eingin ivast í hansara fótbóltsevnum, men sum 2. hálvleikur leið sást væl, at dystarvenjingin og harvið arbeiðsøki og tyngdin í nærdystunum ikki var, sum hon kundi havt verið, um skaðatíðin ikki hevði havt verið so long, og um venjingarstøðan harvið hevði havt verið betri.
Henning Jarnskor og Zdzislaw Janik vóru aftur hesa ferð drúgvir í vinstru, og Magni Jarnskor tuskaði aftur hesa ferð nógv, men hetta var ikki dagurin hjá GÍ. Hóast teir høvdu bóltin størra partin av tíðini, og hóast tað kundi roknast við, at viljin at vinna var størri hjá teimum, enn hann var hjá mótstøðumonnunum, sum hvørki hava FM ella heiðurskrónur at spæla um, so megnaðu teir ikki at fáa mál. Harvið høvdu teir tapt á heimavølli fyri fyrstu ferð. Og tapið kostaði síðstu vónina um at vinna meistaraskapin.
Dysturin í tølum:
GI-NSÍ 0-1 (0-0)
0-1: Ken Nónklett 81
Dómari: Oddmar Andreasen (HB)
GÍ: Hallur Hansen ? Bartal Eliassen, Leivur Hansen, Poul Ennigarð ? Áslakur R. Petersen, Magni Jarnskor, Jóan Petur Olsen, Zdzislaw Janik, Henning Jarnskor ? Óli Hansen, Helgi L. Petersen
NSÍ: Jens Martin Knudsen ? Arnfinn Langgaard, Dánial Hansen, Jónstein Petersen ? Gert Langgaard, Brynjolvur Nielsen, Ian Højgaard, Sjúrður Jacobsen, Eddie Mikkelsen ? Ken Nónklett, Sonni L. Petersen