NSÍ-VB 4-0 (0-0)
VB gav í Runavík ongar ábendingar um, at teir vóru oddalið, og at teir ætlaðu sær at vinna og harvið at styrkja um møguleikan at vinna fyrsta meistaraskapin nakrantíð.
Leygardagin nevndu vit vandan fyri, at teir í NSÌ fóru at kennast mettir, tí teir ikki høvdu tapt fimm ferðir á rað. Einki sást til mettuna.
NSÍ menninir vóru í staðin heilt svangar. Allir runnu fyri ein, og ein rann fyri allar. Eftiransingarnar hjá teimum vóru góðar, teir vóru sterkari í luftini, og teir taklaðu sannførandi. At teir alla tíðina megnaðu at leggja trýst á mótstøðumenninar gjørdi, at VB ongantíð fekk høvi at vísa álopsligar dygdir.
Álopsspælinum hjá NSÍ bilti einki. Ofta hevur tað kenst sum 4?4?2 spælskipanin hjá teimum hevur verið stív og ov løtt at lesa av. Tað var hon avgjørt ikki hesa ferð. Ian Højgaard var sera kreativur á framrættaða miðvallarplássinum, og aftanfyri hann megnaði Abraham Løkin at halda upp á bóltin, tá tað var neyðugt at bíða eitt vet. Í høgra borði var Gert Langgaard so góður við bóltinum, sum hann altíð hevur verið, og hann gjørdist uppaftur meiri vandamikil, tá miðvallararnir høvdu eyga at spæla hann júst í røttu løtuni. Í vinstra borði ffekst nytta burturúr skjótleikanum hjá Jónsteini Petersen, sum útstrálaði nógv størri sjálvsálit, enn hann gjørdi undan summarsteðginum.
Í 1. hálvleiki kom einki mál, men NSÍ hevði bóltin nógv, og tað var júst Jónstein Petersen, sum hevði bestu royndina úr fimtan metrum í vinstru, men bólturin smeyg sær dygst uttanfyri handara stólpan hjá Bjarna Johansen, sum var besti vágbingurin í Runavík.
Álitisfullir
Hóast einki mál kom í 1. hálvleiki, so var talan um gott undirhald. Intensiteturin var stórur, nærdystirnir nógvir, og hóast tað nógva gekk fyri seg á VB hálvuni, so lúrdi møguleikin fyri, at okkurt snarálop hjá VB skuldi bera møguleika við sær.
Tað eydnaðist ongantíð VB at fáa mál. Seint í 1. hálvleiki bar skjótt uppspæl í vinstru, har Robert og Jón Pauli Olsen vóru akritektar, størsta møguleikan við sær. Men Palli Augustinussen var akkurát ov seinur at stýra flata innlegginum inn um Rúna Joensen.
Verjuparturin hjá NSÍ kendist tryggur. At Djóni N. Joensen er fluttur av miðvøllinum og longri aftur á vøllin er funnin fressur. Arnfinn Langgaard er sterkur við høvdinum og góður íblásari hjá hinum, Kári Hansen hevur verið tryggur í høgra borði, og Sjúrður Jacobsen er í vinstra borði tryggur í bæði verjupartinum og álopspartinum samstundis sum hann altíð er ein skothóttan.
At liðavrikið bar fýra mál og harvið stórsigurin við sær, høvdu álopsmenninir sín stóra lut í. Dánial Hansen hevur góða bóltfatan, og tá hann við handara stólpan vann nærdyst við Bjarna Johansen og stútaði diagonalbólt frá Abrhami Løkin í málið hevði avgerandi týdning fyri dystargongdina í øllum regninum.
Tannleyst oddalið
Bara ein lítil løta var farin,, og hjá VB kom hetta ómetaliga illa við. Í staðin fyri at hava nógv fólk aftarlaga á vøllinum og sinnliga lúra eftir kontra møguleikanum, noyddust teir at flyta fólkið longri fram. At tapa við einum ella tveimum málum kundi gera tað sama. VB fekk snøgt sagt einki burturúr, og spælararnir vórðu alt meiri strongdir. Robert royndi onkuntíð, tá Bjarni Johansen sendi langar bóltar fram, men einki fekst burturúr.
Popczynski og Milan Kulic vóru púra litleysir, og tá Jón Pauli Olsen og Tórður Holm eisini vóru anonymir, sigur tað seg sjálvt, at tað bara kundi ganga skeiva vegin hjá oddaliðnum.
NSÍ skoraði trý mál afturat. Tað var eitt, men nakað annað var tað, at málini vórðu skorað soleiðis, at tað kendist eyðmýkjandi fyri oddaliðið. Og tað vil aftur siga, at sjálvsálitið hjá teimum fekk eitt orduligt skot fyri bógvin.
VB verjan steðgaði upp og vildi hava rangstøðu, bæði tá Sjúrður Jacobsen var púra blankur í málteiginum eftir diagonalbólt úr vinstru og skoraði til 2?0, og tá uppspæl í vinstru endaði við innleggi til Christian Høgna Jacobsen, sum var púra blankur. Tá vóru ávikavíst 56 og 81 minuttir farnir. Fýra minuttir restaðu, tá NSÍ eyðmýkingin av oddaliðnum tóktist fullkomin. Tórður Holm royndi í vinstru at sneiða framvið Gert Langgaard, men NSÍ miðvallarin fekk bóltin av VB manninum, tá hann kom móti baklinjuni trillaði hann bóltin innfyri, og so kundi innskifti Sonni L. Petersen staðfesta rimmar NSÍ sigurin, sum var tann fjórði á rað.
VB skal inntil komandi sunnudag slikka djúpu sárini. Um tað fer at hjálpa fæst at síggja, tá teir sunnudagin fáa vitjan av HB!
jh
NSÍ-VB 4-0 (0-0)
1-0: Dánial Hansen 48
2-0: Sjúrður Jacobsen 55
3-0: Christian Høgni Jacobsen 82
4-0: Sonni L. Petersen 83
NSÍ:
Rúni Joensen ? Kári Hansen, Arnfinn Langgaard, Djóni N. Joensen, Sjúrður Jacobsen ? Gert Langgaard, Abraham Løkin, Ian Højgaard, Jónstein Petersen ? Christian Høgni Jacobsen, Dánial Hansen
VB:
Bjarni Johansen ? Palli Augustinussen, Jón Gærdbo, Eyðun Jacobsen, Magni Jacobsen, Jón Pauli Olsen ? Tórður Holm, Milan Kulic ? Krzysztof Popczynski, Ro bert Cieslewicz01-0Henning Jarnskor
(15)1-01-0(Jónreid Dalheim, 70)
411-01-0Leivur Hansen
55-10-0Poul Henning Jacobsen
(13)12-00-0(Áslakur R. Petersen, 63)
68-10-0Jóan Petur Olsen
711-15-0Magni Jarnskor (liðformaður)
811-21-0Pauli Jarnskor
(14)12-21-0(Hans Pauli Petersen, 63)
911-71-1Súni Olsen
1012-50-0Óli Hansen
1211-42-1Helgi L. Petersen
Venjari: Johan Nielsen
GK: Súni Olsen 58, Jónreid Dalheim 72
Samanumtikið:
Klaksvíkingar megnaðu at vinna tey trý stigini, sum tykjast alneyðug, um KÍ skal gera sær nakrar vónir um europeiskan fótbólt komandi ár. Fyri gøtumenn merkti tapið, at teir allarhelst eru foknir í stríðnum um heiðursmerki.
Frágreiðingar
Dømi 1
111-(-17)0-0Waldemar Nowicki
Waldemar Nowicki (nr.1); 11 dystir 17 mál farin ígjøgnum; 0 gul og 0 reyð kort
Dømi 2
1510-21-0Alex Nielsen
Alex Nielsen (nr. 15); 10 dystir, 2 mál; 1 gult og 0 reyð kort
Dømi 3
54-00-0Kristian Nielsen
(11)3-00-0(Símun Hansen, 88)
Símun Hansen skiftur inn fyri Kristian Nielsen í 88. minutti
GK: Gul kort
RK: Reyð kort
Komandi dystir
1. deild menn, 14. umfar
27.08FS Vágar-SumbaNiklas á Líðarenda
27.08B68-KÍTummas Pauli Olsen
27.08B36-B71Jens Petur Brattalíð
27.08GÍ-NSÍPetur Hansen
27.08VB-HBLassin Isaksen
2. deild menn, 13. umfar
26.08HB-TBRegin Egholm
26.08NSÍ-GÍEiler Rasmussen
26.08ÍF-B36Sune Johansen
26.08KÍ-RoynPetur Hansen
26.08EB/Streymur-LÍFTummas Pauli Olsen
3. deild menn, 12. umfar
27.08FS Vágar-TBSune Johansen
27.08B68-KÍEdvard Højgaard
27.08B36-B71Ransin Djurhuus
27.08ÍF-SkálaHjalti Gleðisheygg
27.08VB-ABZoran Mancic
1. deild kvinnur
27.08NSÍ-VB Rúni Gaardbo
27.08HB-KÍ Tommy O. Joensen
Støðan - 1. deild menn
vunnintaptmál-
dystirv-j-tmálmálmunurstig
1HB139-2-229171229
2B68139-0-432221027
3VB138-3-22518727
4B36138-0-538172124
5NSÍ136-3-432211121
6KÍ136-2-529131620
7GÍ135-2-62626017
8B71132-2-91525-108
9FS Vágar132-2-91535-208
10Sumba132-0-11956-476
Støðan - 2. deild menn
vunnintaptmál-
dystirv-j-tmálmálmunurstig
1EB/Str.128-2-235171826
2TB127-2-33829923
3ÍF125-6-127131421
4B36125-2-52524117
5NSÍ125-2-52121017
6GÍ123-4-51826-813
7HB124-1-72939-1013
8LÍF123-3-61420-612
9KÍ123-3-61627-1112
10Royn122-5-51421-711