NSÍ sigraði í spennandi dysti

Dysturin millum NSÍ og B36 gjørdist ein sera undirhaldandi og málríkur dystur, har liðini skiftust um at hava leiðsluna. Men tá samanumkom, var tað oddaliðið úr Runavík, sum dróg longra stráðið, tá Erland B. Danielsen legði NSÍ á odda 4-3 í síðstu løtu

Tað var spenn­in­g­­ur til síðsta mi­nutt, tá NSÍ og B36 brustu saman við Løk­in týskvøldið. Alt bendi á at dysturin skul­di enda við javn­leiki, men í síðsta minutti eydn­að­ist tað júst innskifta Er­lan­di Berg Daniel­sen at leggja runa­vík­ing­ar á odda 4-3, og harvið vann odda­­lið­ið fyri 11. ferð í seinastu 12 dyst­­unum.
Liðskiparin hjá runavíkingum, Chris­t­ian Høgni Jacobsen, var sjálv­andi fegin um sigurin, sum hevur við sær at NSÍ heldur frástøðu til nær­­ma­s­tu kappingarneytarnar.
-Vit spældu ikki væl í fyrra hálv­leiki, men við góðum stríðsvilja og dir­vi eydnaðist okkum at venda gon­gd­­ini eftir steðgin. Tískil eri eg sera væl nøgdur við avrikið hjá okk­um, segði Chrisian Høgni Jacob­sen eftir dystin.
Meðan runavíkingar kunnu frø­ast um sigurin, so metti Sig­fríð­ur Clementsen at hansara lið hevði uppiborið bet­ur, men mátti ásan­na at margi­n­al­ar­nir ikki vóru við B36.
-Eg haldi at vit spæla fult upp við NSÍ. Vit komu inn til Runa­vík­ar eftir øllum stigunum, og eftir dyst­ar­gongdini at meta, høvdu vit uppiborið at fingið stig, men kanska álopssinnaða tilgongdin kost­­aði okkum tað eina stigið í end­a­­­num, segði ein vónsvikin Sig­fríð­ur eftir dystin.
B36 venjarin hevur eisini alla or­søk at iðra seg um tapið, tí talan var um ein sera tættan dyst, har bæði liðini gjørdu alt fyri at fáa sigur­in í hús. Mett út frá spæli og kjansum, kundi tað eins væl verið havnarmenn, sum drógu longra stráðið. Men í staðin var tað odda­liðið úr Runavík, sum hevði neyðugu marginalarnar á sínari síðu, og vann tá samanumkom.

Hepni fylgir teymum góðu
Sagt verður at hepni fylgir teimum góðu lið­un­um, og runa­vík­ing­ar hava eitt avbera gott fótbóltslið. Úrs­l­it­ini tala fyri seg. Sigurin á B36 í gjár­kvøldið, var tann 11. í seinastu 12 dystunum, og tað er einum oddaliði virðiligt.
Tískil er tað kanska ikki so løg­ið at “frú Fortuna” hevur hug at smíl­ist til sigursvandu vespurnar úr Runavík, meðan teir í B36 leguni bert kunnu iðra seg um at missa eina stigið av hondum í síðstu løtu.

Erland dagsins maður
Gestirnir vóru betra liðið fyri steðg­in, men tað vóru runavíkingar sum skor­aðu fyrst, tá ein verjuspælari var so óheppin at beina bóltin í egið mál, eftir at B36 málverjin hevði vart fyri eini skortroynd frá Christ­ian Høgna Jacobsen.
Men innan farið var til hálvleik, hevði B36 skorað tvær ferðir. Fyrst javnaði Símun Joensen miðskeiðis í hálv­leikinum, áðrenn Christian R. Mourit­sen legði B36 á odda 2-1, tá hann skoraði uppá fríspark.
Eftir steðgin hildu bæði liðini á við sama lag, og spælið bylgjaði aft­ur og fram. NSÍ venjarin valdi at gera tvær útskiftingar til seinra hál­v­leik, til tess at styrkja um álops­partin, og gjørdi tað sítt til at vert­irnir fingu betur tak á dysti­num.
Runavíkingar gjørdust alsamt meira vandamiklir frammanfyri máli­num sum seinri hálvleikur leið, og innan fáar minuttir mið­skeið­is í seinra hálvleiki, var alt vent á høvdið. Fyrst javnaði Jóhan T. Davidsen, áðrenn Jann Ingi Peter­sen legði NSÍ á odda 3-2, tá hann við frí­sparki sendi bóltin í netið.
Fár minuttir undan dystarloki eydn­aðist tað Jákupi á Borg at javnað til 3-3. Men júst sum tey flestu nokk væntaðu at málríki dyst­ur­in fór at enda við javnleiki, trein nýliga innskifti Erland B. Daniel­sen á pallin, og skoraði sítt fyrsta mál í landskappingini í ár, tá hann legði runavíkingar á odda 4-3, og harvið gjørdist dagsins maður hjá runavíkingum.