NSÍ skal verja bronsuplássið

Klokkan 17 í dag verður fyrsta bríkslið í Gndadali, har B36 fær vitjan av NSÍ.

 

Meiri enn aðru hvørja ferð er tað endað við javnleiki, tá ið B36 hevur verið annar parturin. Sunnudagin var tað ikki serliga elegant, men teir í árstalsfelagnum vóru nøgdir við at koma úr Trongisvági við málleysum javnleiki.

 

B36 hevur ikki tapt fýra tær seinastu ferðirnar. Sigurin í Klaksvík og tríggir javnleikir hava borið við sær, at B36 nú er trý stig frá bronsuplássinum. Á tí plássinum er NSÍ, sum síðsta vikuskifti vann -2-1 á heimavølli ímóti 07Vestur og var einasta liðið, ið ognaði sær fulla úrtøku. Abraham Løkin og hansara menn hava vunnið úrtøku fimm tær seinastu ferðirnar – tvær ferðir hava teir vunnið og tríggjar ferðir er tað endað við javnleiki.

 

Hjá B36 hevur Lukasz Cieslewicz havt trupulleikar, men tað verður roknað við, at hann aftur hesa ferð verður millum teir fyrstu ellivu. Súni Olsen er so mikið illa plágaður av liðbandsskaðanum í fótliðnum, sum frísparki hjá Zlatan Ibrahimovic í Stokholm var orsøk til, at hann ikki verður fyri at spæla aftur hesu megin summarsteðgin.

 

Hjá NSÍ eru allir spælararnir tøkir. Hetta verður næstsíðsti dysturin, at Abraham Løkin verður venjari hjá NSÍ. Í fyrradagin varð boðað frá, at Abraham gevst sum venjari, tá ið tað verður summarsteðgur í landskappingini.

 

Tá ið liðini hittust í fimta umfari, vann NSÍ 1-0 á heimavølli.

 

B36-NSÍ: Alex Troleis kl. 17.00