NSÍ stríðist sum fyri lívinum

Eftir fyrra hálvleik er Aberdeen frammanfyri 2-0

Fyri einari viku síðani spældi NSÍ seg við glæsiligum 5-1 sigri á Svangaskarði ímóti Barry Town úr Wales seg víðari í Europa.

Fyri fyrstu ferð nakrantíð roynir NSÍ seg í kvøld í øðrum umfari, og avbjóðingin er øgilig. NSÍ er su,ðuri í Aberdeen og stríðist ímóti Aberdeen FC, sum tey seinastu árini oftast hevur verið millum trý og fýra tey bestu í skotsku kappingini.

Nú teir eru farnir at hvíla seg, vísir máltalvan 2-0.

Trýstið hevur mest sum alla tíðina verið ímóti NSÍ málinum. Heimaliðið hevur havt fimm hornaspørk, og NSÍ hevur einki hornaspark havt. Aberdeen hevur havt sjey royndir ímóti málinum hjá Tórði Thomsen, meðan NSÍ onga roynd hevur havt ímóti heimamálinum.

NSÍ helt tørn, inntil í 37. minutti, tá ið Lewis Ferguson setti hol á, og tveir minuttir undan steðginum økti Curtis Main um munin til 2-0.

 

Aberdeen – NSÍ (2-0) kl. 19.45

NSÍ: Tórður Thomsen – Bárður J. Hansen, Jóhan Troest Davidsen, Oddur Á. Højgaard, Rógvi Egilstoft, Jann Benjaminsen – Salmundur Bech, Jesper Flinck Christjansen, Mórits Heini Mortensen – Klæmint A. Olsen, Petur Knudsen