Tað eru tíggju ár síðani NSÍ seinast vann FM. Tað var á 50 ára føðingardegnum hjá felagnum. Í ár verður felagið 60 ár. Gongdin seinnu árini hevur bent á, at NSÍ nærkast aftur tindunum í 2007.
Tilgongdin av Bárði J. Hansen, Jan Ellingsgaard og Karl Løkin hevur givið NSÍ fleiri bein at standa á, meðan fleiri av yngru spælarunum av álvara bjóða seg fram. So hóast NSÍ millum annað í ár verður uttan Nikolaj Køhlert, so tykist liðið hava fingið fleiri bein at standa á. Mangan hevur alt hvílt á Árna Frederiksberg og Klæminti A. Olsen.
EB/Streymur kom í fjør upp úr 1.deild í stórum stíli, men liðið tykist ikki verða so nógv sterkari enn tá teir fóru hinvegin í 2015.
NSÍ er risa favorittur at vinna dystin, men tað er fyrr sæð, at uppflytarar vísa seg fram í fyrstu umførunum. Hugurin er í topp og liðini eru væl skipaði, meðan bóltførleikin ikki er tann besti. Tað kann koma felagsliðnum úr Sundalagnum til góðar.
Fyri NSÍ kemur tað illa við, at Pól Jóhannus Justinussen hevur sitið uttanfyri við skaða í fótinum, men sum skilst verður hann tøkur til dystin í dag. EB/Streymur hevur onkrar skaðar. Har í millum royndi miðvallarin Sjúrður Jacobsen og Tóki á Lofti.
Dómarin í dystinum við Løkin er Kári á Høvdanum. Dysturin byrjar eins og allir hinir klokkan 15.