Meistararnir í HB eru á veg til hús við ongum, eftir at NSÍ, sum endaði við tíggju monnum, vann 2-1 á heimavølli. 90 min.: 2-1
Meistararnir í HB eru á veg til hús við ongum. Teir hava í dag lagt rygg til 2-1 tap í Runavík.
Sigursmálið skoraði Debus Danielsen sjey minuttir undan leikloki. Lítla løtu seinni varð Klæmint A. Olsen vístur av vølli eftir ófantaligt fríspark ímóti innskifta Rógva Poulsen, sum noyddist skaddur av vøllinum.
HB legði bragdliga fyri, og longu eftir tríggjar minuttir skoraði nýggi HB álopsspælarin Jógvan Skeel Nolsøe.
Bæði í hesum førinum, og tá ið heimaliðið javnaði eftir 28 minuttir, var talan um lítið sannførandi verjuspæl. Klæmint A. Olsen skoraði útjavnandi málið.
---------
85 min. 2-1
FM vinnararnir í HB eru illa sperdir við Løkin í Runavík.
Sjey minuttir undan leikloki hevur Debus Danielsen skorað til 2-1. NSÍ hevur síðstu løtuna verið leikliga omaná, og tað var eftir eitt av fleiri hornaspørkum, at tað loksins eydnaðist at skora til 2-1.
NSÍ liðformaðurin, Christian Høgni Jacobsen, sum annars var sera væl upplagdur, fór tíðliga í 2. hálvleiki av vøllinum.
-----
45 min.: 1-1
Teir eru farnir at hvíla seg við Løkin í Runavík, har fótbóltslíkindini eru hampuliga góð.
Støðan er framvegis 1-1. Eftir at HB legði seg á odda, fótaði NSÍ sær leikliga, og hóast talan ikki hevur verið um so ógvuliga sannførandi fótbóltsavrik, so er eingin ivi um, at NSÍ hevur havt betri tak á fótbóltsspælinum.
Hjá meistarunum í HB hevur tað ikki hilnast so væl í samanhangandi fótbóltsspæli, og tað hevur borið við sær, at ofta hevur verið roynt við longum sendingum úr verjuni og fram í álopið.
-----
30 min.: 1-1
Bæði NSÍ og HB hava nógv nýtt fólk í fyrsta landskappingardystinum í Runavík, og fyrsta hálva tíman hava kiks í verjupartinum verið orsøk til, at mál eru skorað í báðum endum.
Eftir lítla løtu legði ungi Jógvan Skeel Nolsøe HB á odda, tá ið hann var púra leysur mitt fyri og tískil hevði lætt við at stýra innleggi úr vinstru frá Símuni Samuelsen í málið.
NSÍ fótaði sær eftir skelkin, og eftir 28 minuttir var tað álopsspælarin Klæmint Olsen, sum eftir uppspæl úr vinstru skoraði eitt flott mál. Eisini í hesum førinum var verjuspælið ikki serliga sannførandi.