NSÍ hevur fyribils vunnið seg uppá annað plássið í Betrideildini hjá monnum við einum 4-2 sigri á Víkingi á heimavølli við Løkin í Runavík.
Jóannes Hansen tók soleiðis samanum dystin á in.fo fyrr í kvøld:
- Tað var undirhald fyri allar pengarnar, tá ið NSÍ í grannauppgerð tók ímóti Víkingi.
NSÍ skoraði fýra mál í fyrra hálvleiki. Úrtøkan úr uppløgdum málmøguleikum var framúr stór. NSÍ átti fýra møguleikar í brotsteiginum, og tað fekk heimaliðið fýra mál burturúr.
Eftir steðgin koppaði alt. Víkingur minkaði beinanvegin um munin, og so vóru víkingarnir nógv grammari, betri i nærdystunum og neyvari í samanspælinum.
Tá ið Pól Jóhannus Justinussen hjá NSÍ sá gult fyri aðru ferð og heimaliðið harvið var undirmannað, gekk nógv tað mesta fyri seg í og kring NSÍ brotsteigin.
Talan var um fleiri spentar støður eftir deyðbóltar, bólturin var á stólpanum aftanfyri NSÍ málverjan, og Tórður Thomsen var brandur í NSÍ málinum.
Tað eydnaðist Víkingi at minka um munin til 4-2, men tá var so lítið av tíð eftir, at spenningurin var burtur.
TRÝST Á HESA LEINKJUNA,
og hoyr upptøkur frá FM1.
Raðfylgjan er:
1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Trónd Arge siga frá teimum seks málunum. Teitur Joensen var viðmerkjari.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við hjálparvenjaran hjá NSÍ, Jens Martin Knudsen, ið slær fast, at eingin eigur at sleppa úr Runavík við nøkrum stigum.
3) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við "fysiska venjaran" hjá Víkingi, Sámal Erik "Bagga" Hentze. Bagge iðrar seg um skrædlið í fyrra hálvleiki, men hann er nøgdur við tað hann sá í seinna hálvleiki, ið er gott hjá liðnum at byggja á til komandi dyst.
4) Hoyr Teit Joensen taka samanum dystin. Teitur Joensen dregur Jann Martin Mortensen og Klæmint A. Olsen fram sum tveir avgerandi faktorar hjá NSÍ í dag.