NSÍ fekk eina sera góða byrjan á kappingarárið, men tveir teir seinastu dystirnar hevur stígur verið í spælinum. Í dag skuldu teir so royna at reisa seg, tá ið teir skuldu vitja eitt GÍ-lið, sum ikki hevur víst tað stóra í ár.
Tað var NSÍ, sum sat á spælinum fyrstu løtuna. Tó var tað GÍ, ið legði seg á odda um hálvan fyrra hálvleik. Sámal Joensen legði eitt flatt fríspark úr høgru síðu fyri føturnir á Pól Jáhannus Justinussen, sum sneiddi bóltin í netið til 1-0. Leiðslan helt sær ikki til hálvleiks, tí fimm minuttir undan steðginum fekk NSÍ mál. Hjalgrím Elttør vann sær eitt horna í høgru síðu. Andy Olsen legði hornasparkið væl innfyri, og við afturu stong stóð Einar Hansen og hamraði bóltin í nettakið til hálvleiksstøðuna, 1-1.
Í seinna hálvleiki helt fríska lotið fram at hava sína ávirkan á spælið. Tað sá leingi út til, at Eysturoyarliðini fóru at býta stigini sína millum, men so var ikki. Ein góður minuttir restaði í, tá ið NSÍ fekk avgerandi málið. Drívmegin á miðvøllinum hjá NSÍ, Hjalgrím Elttør, var høvuðsmaðurin handan flotta uppspælið, sum endaði hjá Nenad Stankovic, sum setti bóltin í netið til 2-1 og gjørdist stóri sigursharrin hendan lotliga seinnapartin í Sarpugerði.
Hetta vóru trý týdnigarmikil stig hjá NSÍ, sum við sigrinum lyftir seg upp á eitt triðja pláss. GÍ hevur hinvegin trupult við at finna rætta stevið, og liggur á einum 8. plássi.
GÍ - NSÍ 1-2
1-0, Pól Jáhannus Justinussen
1-1, Einar Hansen
1-2, Nenad Stankovic