NSÍ heldur fram við at elta oddaliðini í Effodeildini. Tað er greitt nú NSÍ í dag vann knúsandi 7-0-sigur á útivølli ímóti 07 Vesturi í fyrsta dystinum hjá teimum eftir summarsteðgin.
Tað vóru einans góðir 10 minuttir spældir, tá ið Jann Benjaminsen legði NSÍ á odda 1-0, og fáar minuttir økti Karl Løkin til 2-0, tá ið hann sendi eitt hornaspark beinleiðis í netið.
NSÍ var greitt betra liðið í fyrra hálvleiki, og teir fingu eisini eitt mál afturat áðrenn steðgin. Tað var Árni Frederiksberg, sum syrgdi fyri at NSÍ fór til hálvleiks á odda 3-0.
07 Vestur fekk eina marrubyrjan upp á seinna hálvleik, tí tað vóru ikki spældir meira enn tríggir minutir, tá ið málverjin misti tamarhaldið á bóltinum og Per Langgaard fekk prikað NSÍ á odda 4-0.
Nú byrjaði málveitslan av álvara. Betuel Hansen gjørdi tað til 5-0, Klæmint A. Olsen til 6-0 og at enda Árni Frederiksberg við sínum øðrum mál til 7-0.
7-0 til NSÍ gjørdist endaliga úrslitið, og hetta er størsti sigur í Effodeildini í ár. Størstu sigrarnir fram til í dag vóru 5-1-sigrarnir hjá B36 og Víkingi ímóti ávikavist KÍ og EB/Streymi.
Við sigrinum í dag hevur NSÍ etið seg eitt sindur inn á KÍ, og munurin verður tvey stig í minsta lagi fram til í morgin, tá ið KÍ fær vitjan av TB/FCS/Royn.
07 Vestur – NSÍ 0-7 (0-3)
0-1: Jann Benjaminsen
0-2: Karl Løkin
0-3: Árni Frederiksberg
0-4: Per Langgaard
0-5: Betuel Hansen
0-6: Klæmint A. Olsen
0-7: Árni Frederiksberg
Effodeildin
1. Víkingur, 32 stig (14 dystir)
2. KÍ, 29 stig (13 dystir)
3. NSÍ, 27 stig (14 dystir)
4. B36, 20 stig (13 dystir)
5. TB/FCS/Royn, 20 stig (13 dystir)
6. HB, 18 stig (13 dystir)
7. Skála, 16 stig (13 dystir)
8. EB/Streymur, 14 stig (13 dystir)
9. 07 Vestur, 11 stig (14 dystir)
10. ÍF, 6 stig (14 dystir)