NSÍ er topplið í landskappingini, og í kvøld spældi NSÍ seg víðari í fjórðingsfinaluna í kappingini um løgmanssteypið. Tað var við suverenum stórsigri við Margáir. Eftir hálvleiksstøðuna 4-0 vann NSÍ 7-1.
Í fjórðingsfinaluni 29. apríl fer NSÍ at spæla ímóti 07 Vestur.
Tá ið tveir minuttir vóru farnir, var støðan 2-0. Í fyrsta minutti gjørdi EB/Streymur sjálvmál, og tá ið vongverjin í høgru Alex Freyr Elisson minuttin seinni økti um leiðsluna, var spurningurin bara, hvussu stórur sigurin fór at verða.
Miðvallarin Emil Weihe Joensen átti uppleggini, tá ið Klæmint A. Olsen og Aron Knudsen øktu um munin til 4-0, og í seinna hálvleiki skoraði Klæmint A. Olsen og innskiftu Markus Klein Danielsen og Michal Przybylski NSÍ málini, meðan fyrrverandi NSÍ spælarin Meinhard Debes Geyti stútaði heimamálið eftir innlegg frá Thomas Bjørn Miezan.
Mánakvøldið verður tað NSÍ, sum á heimavølli fer at taka ímóti EB/Streymi.










