NSÍ kvørnin bíðar botnliðnum

Tølini siga, at góður møguleiki er fyri stórum heimasigri við Løkin

Tølini siga, at tað oftast endar við heilt trivaligum heimasigrum, tá ið botnliðini vitja við Løkin í Runavík. Samantaldi málmunurin ímóti FC Suðuroy er 11-2, og EB/Streymur tapti í 2. umfari 5-1. Í viðførinum til Runavíkar hevur EB/Streymur størsta tapið av øllum í ár. 25. mai vann NSÍ 8-0 við Margáir!

 

-Tað er tungt, tá ið vit megna so illa at varðveita bóltin. Vit mugu vera betri at samanspæla frammi á vøllinum, enn vit hava verið. Í Runavík fara vit ikki at stýra spælinum. Tað verður ivaleyst, sum tað var ímóti B36, tá ið vit í fjøruti minuttir megnaðu verjuspælið væl, men so skrædnaði. Takið hesa ferð verður at halda tætt, meðan vit dúva upp á møguleikan at fara í kontra, sigur EB/Streyma miðverjin Andras Olsen.

Vongverjin í vinstru Jóhannes Hansen er framvegis skaddur, og tað er Tóki Johannesen eisini. Ivasamt er, um miðvallarin Arnar Dam verður førur fyri at spæla. Rói Olsen er tøkur aftur.

 

Eftir tvey tap ímóti B36 og Víkingi loftaði NSÍ sær sunnudagin ímóti FC Suðuroy:

-Hóast vit skoraðu fimm ferðir, so høvdu vit møguleikar at skora uppaftur fleiri. Í dag skulu vit vera uppaftur neyvari. Vit fáa ikki gjørt nakað við støðuna hjá B36 og Víkingi. Nú fokusera vit á avbjóðingina ímóti EB/Streymi. Vit ætla okkum at vinna, og tað hevði sjálvandi eisini við kærkomið at fingið góða upptakt til steypafinaluna, sum verður ímóti Víkingi leygarkvøldið, sigur NSÍ venjarin Trygvi Mortensen.

Allir NSÍ spælararnir eru tøkir – eisini Pól Jóhannus Justinussen, sum fyri viku síðani var leikbannaður, og Jónleif Højgaard sum hevur verið skaddur.