NSÍ skal hava nýggjan venjara

Ólavsøkuaftan og eftir tapið í Sarpugerði í gjárkvøldið er Allan K. Jepsen sagdur úr starvi

Allan K. Jepsen er í dag sagdur úr starvinum sum venjari hjá NSÍ

So gekk tað ikki longur. Tað hevur leingi ligið í kortunum, og eftir ikki serliga avrikið og 2-1 tapið í grannauppgerðini ímóti Víkingi í Sarpugerði í gjárkvøldið er Allan K. Jepsen sagdur úr starvinum sum venjari hjá NSÍ.

 

Hesum boðar felagið frá í dag. Fráboðanin er sera stutt og ítøkilig: Allan K. Jepsen er ikki longur venjari hjá NSÍ. NSÍ hevur valt at uppsiga sáttmálan við Allan K. Jepsen. Vit takka Allan fyri tíðina, og ynskja honum bestu eydnu víðari.

 

Hetta eru boðini frá NSÍ leiðsluni.

 

Einki verður sagt um, hvør nú verður venjari hjá NSÍ, sum sunnudagin skal til Fuglafjarðar at spæla. Annar dysturin eftir Allan K. Jepsen verður annan sunnudag, tá ið NSÍ skal spæla í Gundadali ímóti B36.

 

Allan K. Jepsen tók við venjarastarvinum í NSÍ fram ímóti kappingarenda í fjør. Sambært faroesoccer.com hevur hann havt ábyrgdina av NSÍ liðnum í 26 dystum – fimm í fjør og 21 í ár. Úrtøkan er 13 sigrar, fimm javnleikir og átta tap.

 

Allan K. Jepsen er í dag sagdur úr starvinum sum venjari hjá NSÍ