NSÍ smurdi B36 av

1. DEILD: Tveir skoraðu tvey mál, tá ið B36 við Løkina legði rygg til 5-1 tap

NSÍ tók seg í kvøld upp á heiðursmerkjapláss í næstbestu deildini. Við 5-1 sigri á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá B36 lyfti NSÍ seg upp á 26 stig, ið er sama stigatal, sum Víkingur á øðrum plássi hevur. Málmunurin hjá Víkingi er +13, og hjá NSÍ er málmunurin +12.

 

Á NSÍ liðnum vóru fleiri, sum plaga at vera á listanum hjá besta liðnum. Pætur Turiðarson Skipanes legði heimaliðið á odda 1-0 í fyrsta minutti, og Jørgen Nielsen skoraði tvey mál. Hini bæði NSÍ málini skoraði Meinhard Fríðálvur Janusarson, sum nú hevur skorað seks mál.

 

Umframt Pætur og Jørgen var Mórits Heini Mortensen millum teir fyrstu ellivu. Eftir steðgin varð Jóhan Troest Davidsen skiftur inn. Hann hevur seinastu vikurnar ikki verið á vøllinum, tí hann hevur gingið við brotnari hond.

 

Á B36 liðnum vóru Bárður Olsen og Gilli Samuelsen, sum í síðstu løtu minkaði um munin til 5-1.

 

NSÍ er á triðja plássi við 26 stigum, og B36 er á sjeynda plássi við 16 stigum.

 

Næsti dystur hjá B36 verður í ólavsøkuumfarinum ímóti Víkingi, og NSÍ skal spæla í grannauppgerð á Skála.