Gongst sum ætlað, verður farið undir arbeiðið at gera Suðuroyartunnilin um trý ár, ella í 2024. Tað sigur samgongan og Sjálvstýri, nú Løgtingið leggur seinastu hond á fíggjarlógina fyri næsta ár. Tá ið landsstýrið legði uppskot um fíggjarlógina fyri Løgtingið í heyst, varð einki sett av til Suðuroyartunnilin. Hinvegin er nakað av pengum til taks, og ætlanin var at brúka teir næsta ár.
Men nú uppskotið hevur verið ígjøgnum mylluna í fíggjarnevndini, er støðan broytt. Bæði samgonga og andstøða bilja hava Løgtingið at játta fýra milliónir til Suðuroyartunnilin næsta ár og at pengarnir skulu brúkast og til forkanningar og fyrireikingar. Og í hesum sambandi skal partafelagið Suðuroyartunnilin stovnast næsta ár. Tey biðja eisini landsstýrismannin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, um at fara undir arbeiðið at gera eitt lógaruppskot til Løgtingið um hetta. Sagt verður eisini, at gongur alt sum ætlað, verður farið undir sjálvt arbeiðið í 2024.
Jørgen Niclasen hevur áður sagt, at ætlanin er at seta 100 milliónir av til Suðuroyartunnilin um árið, frá 2025. Hann hevur eisini sagt, at ætlanin er at gera fyrireikingarnar lidnar næsta ár og tá er ætlanin at kalla politisku flokkarnar til fundar fyri at fáa semju um, ætlanina, eisini, hvussu hon skal fíggjast.