Nú er Einar Waag stjóri á Okkara

Fríggjadagin bóru vit tíðindi um, at Okkara fór at gevast við virksemi sínum á Velbastað

 

Tað eydnaðist tó ikki at fáa eigaran og stjóran á Føroyar Bjór at vátta tíðindini, og nevndarformaðurin í Føroyar Bjór, Rúni Heinesen, hevði einki at siga um málið.

Men nú hevur Skráseting Føroya kunngjørt, at leiðslan á Okkara er farin frá, og at Einar Waag nú er stjóri á Okkara.

Lesið eisini: Bryggjaríið Okkara gevst á Velbastað

Atli Mikkelsen hevur verið stjóri, síðani Føroya Bjór keypti bryggjaríið í 2018. Hans Andreas Midjord (Dia), sum hevur verið nevndarformaður, er eisini farin frá, og í hansara stað er komin Annika Waag.

##med2##