Nú er eldur í toppinum

Kvinnur: EBS/Skála vann í dag ímóti KÍ, sum tapti fyri fyrstu ferð í næstan trý ár

Mynd: EBS/Skála

Spenningur kyknaði seinnapartin í aftur kvinnukappingina í fótbólti. Toppliðið KÍ var undir Mýruhjalla gestur hjá EBS/Skála, sum vann 1-0. Harvið er fjarstøðan frá KÍ og aftur til fremsta avbjóðaran minkað til fýra stig. KÍ hevur spælt 12 dystir, og EBS/Skála hevur spælt 11 dystir.

 

Einasta málið í dag varð skorað, tá ið tað restaðu tríggir minuttir. EBS/Skála legði innfyri við horna, og KÍ málverjin var óheppin, tá ið hon royndi at lofta bóltinum, sum datt inn um strikuna.

 

20 minuttir undan leikloki var tað avgerandi, at landsliðsmálverjin hjá KÍ Óluva Allansdóttir Joensen sá beinleiðis reytt kort. KÍ misti sentralt á egnari hálvu í uppspælinum, bólturin stakk leysur, og landsliðsspælarin hjá heimaliðnum Lea Lisberg var fyrst á og smekkaði til. KÍ málverjin var komin út á brotsteigarmarkið, og dómarin og hjálpardómarin vóru samdir um, at hon var uttanfyri brotsteigin, tá ið hon vardi fyri, og at hon brúkti armin.

 

KÍ tapið í dag var tað fyrsta síðani 12. september 2019. Tá var tað eisini ímóti EBS/Skála, sum vann 1-0. Ta ferðina var tað í Hólmanum á Eiði, og ta ferðina var tað Lea Lisberg, sum skoraði sigursmálið.

 

Tølini siga, at heimaliðið hevði eina roynd á KÍ málið, og at gestirnir høvdu fýra royndir á heimamálið.

 

Nú verður steðgur í landskappingini fram til á ólavsøku. Um eina viku fer landsliðið at spæla tveir vinardystir ímóti Andorra.

 

Mynd: EBS/Skála