Nú er ferðin farin av koppsetingini

Nógv færri fólk eru koppsett hesa vikuna enn í farnu viku

Teir fýra gerandisdagarnar í hesi vikuni – frá mánadegi til hósdag – eru 2.017 fólk koppsett fyri covid-19. Somu dagar í farnu viku var talið 3.768.

 

Greið tekin eru um, at ferðin á koppsetingini er farin niður hesa vikuna, og tað er ikki orsakað av veitingini av koppsetingarevni. Tað eru heilt einfalt færri fólk, ið lata seg koppseta.

 

Heilsuverkið hevur ovmikið av koppingarevni. Hendan mánaðin skuldu Føroyar fáa 34.000 skamtar, og Heilsuverkið setti sær sum mál at koppseta 7-8.000 fólk um vikuna næstu tíðina.

 

Í farnu viku – frá mánadag til sunnudag – vóru 6.997 fólk koppsett, so málið var nátt. Hesa vikuna er søgan ein onnur. Higartil eru góð 2.000 fólk koppsett, og tí er langur vegur upp til málið, nú tríggir dagar eru eftir at koppseta í.

 

Margit Stórá, varastjóri í Heilsuverkinum, sigur við VikuskiftisSosialin, at tey eru í holt við at greina tølini.

 

– Vit eru mitt í summarfrítíðini, og tað ger kanska, at fólk ikki hugsa so nógv um at koppseta seg, og tað kunnu eisini vera aðrar orsøkir. Í løtuni arbeiða vit við at greina tølini, sigur Margit Stórá við Sosialin.