Báðir bygningarnir, sum til fyri nøkrum árum síðani hýstu gamla fongslinum Í Havn, er nú javnaðir við jørðina.
Í staðin verða tveir bygningar við hotelíbúðum bygdir í staðin.
Gunnar Breckmann, sum er stjór í felagnum sum eigur gomlu politistøðina og sum rekur tað hotelvirksemi, sum nú er har, segði við in.fo herfyri, at tað var bæði lættari og bíligari at taka gomlu fongsulsbygningarnar niður í staðin fyri at byggja um.
Nú verða bygdar 10 hotelíbúðir á staðnum. Talan verður um tveir bygningar, sum ikki vera hægri verandi sellubygningarnir, men fylla eitt sindur meira.
Í øðrum bygninginum verða seks íbúðir, tríggjar á hvørjari hædd, og í hinum bygnigninum verða fýra íbúðir, tvær á hvørjari hædd.
##med2##
Frammanundan hevur felagið, sum fer at virka undir navninum »Broncks«, fimm hotelíbúðir, har sum garasjurnar hjá politistøðini vóru út móti Jónas Broncksgøtu, so tilsamans verða nú 15 hotelíbúðir.
##med3##
Tað er byggifelagið J&K Petersen, sum byggir íbúðirnar, og arbeiðið skal verða liðugt í juli næsta ár, sigur Gunnar Breckmann.
Umframt hotelíbúðir fevnir virksemið hjá felagnum eisini um at leiga út veitsluhøli á gomlu politistøðini, sum bæði verða leigað til veitslur og til fundir og onnur tiltøk, sigur Gunnar Breckmann.