Hann hevur leingi verið suverenur í heimligu kappingini, har eingin kemur honum fram í hálvan skógvin, og í kvøld legði hann seg upp á síðuna av Rógva Jacobsen, sum í 14 ár – síðani 21. November í 2007, tá ið hann skoraði í Modena í Italia – hevur átt málmetið á landsliðnum. Rógvi hevur skorað 10 mál, og í kvøld skoraði Klæmint A. Olsen sítt 10. mál á landsliðnum.
Klæmint varð skiftur inn í 52. minutti, og 20 minuttir seinni – í 72. minutti – var hann á blettinum og smekkaði við handara stólpa og við høvdinum bóltin í málið, eftir at René S. Joensen legði innfyri úr høgru.
Hetta kendist heilt søtt, tí nú vísti máltalvan 2-2, eftir at Ísrael í fyrra hálvleiki var frammanfyri 1-0 og 13 minuttir eftir steðgin økti til 2-0. So var tað, at Sølvi Vatnhamar minkaði um munin til 2-1, eftir framúr langskot frá Brandi H. Olsen, sum málverjin hálvbjargaði, og eftir at Klæmint A. Olsen sera ósjálvsøkið hevði spælt hann leysan, og so var tað, at Klæmint skoraði, og tað reið um snarið. Føroyar høvdu meiri spæl og fleiri atsóknir, spentar støður og royndir ímóti málinum í seinna hálvleiki eftir lítið sannførandi seinna hálvleik.
-Vit eru vónbrotnir, tí talan var um rættiliga opnan seinna hálvleik, og eg haldi avgjørt, at vit áttu at fingið í hvussu so er javnleik burturúr í kvøld, sigur Klæmint A. Olsen við Símun Christian Olsen hjá Kringvarpinum.
Tá franski dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, var tað týðuligt, at føroysku spælararnir vóru vónbrotnir, hóast heimamenninir høvdu bóltin meiri enn okkara menn, og síðstu løtuna, tá ið føroyingar spenta álopsbogan í botn, høvdu fleiri góðar málmøguleikar. At teir ikki skoraðu átti Gunnar Nielsen sín stóra lut í, tí hann bjargaði fleiri ferðir meistarliga.
Eftir dystarlok nýtti føroyski venjarin Håkan Ericson nógva tíð, tá ið hann takkaði dómaranum fyri dystin, og tað var týðuligt, at venjarin ikki var nøgdur við avgerðina, sum dómarin tók, tá ið hann bríkslaði fyri brotssparki til Ísrael.
Ísrael – Føroyar 3-2 (1-0)
1-0: Munas Dabbur br 30.
2-0: Shon Weissman 58.
2-1: Sølvi Vatnhamar 62.
2-2: Klæmint A. Olsen 72.
3-2: Dor Peretz 74.
Dómarabólkur úr Fraklandi:
Føroyar: Gunnar Nielsen - René S. Joensen, Odmar Færø, Hørður H. Askham, Sonni Ragnar Nattestad (Heri H. Mohr, 71.), Viljormur Davidsen - Hallur Hansson (Klæmint A. Olsen, 52.), Brandur H. Olsen, Jákup B. Andreasen (Tróndur Jensen, 70.), Sølvi Vatnhamar (Petur Knudsen 80.) - Jóan Símun Edmundsson (Jóannes Bjartalíð, 80.)
Á beinkinum: Teitur Matras Gestsson, Mattias Lamhauge, Bartal Wardum, Hannes Agnarsson, Bjarni Petersen, Heðin Hansen og Patrik Johannesen
Venjari: Håkan Ericson
Hjálparvenjari: Eli Hentze