Óli skoraði meiri enn helmingin av málunum

Hondbóltur U-18: Í seinna landsdystinum ímóti Íslandi javnaði føroyski stórspælarin í síðstu sekundunum

Mynd: Harald Bjørgvin

Í dag spældu U-18 dreingirnir tann seinna av tveimum vinardystum ímóti Íslandi. Eins og í gjár var dysturin í dag í Hoyvíkshøllini, har tað var mest sum fullsett.

 

Hálvleiksstøðan var 14 – 14, og dysturin endaði 29 – 29. Føroyski toppskjúttin Óli Mittún javnaði í evstu løtu til 29 – 29. Hann var toppskjútti við 16 málum. Tá ið Føroyar í gjár vunnu 39 – 33 ímóti Íslandi, var Óli Mittún toppskjútti við 12 málum.

 

Í fyrra hálvleiki og inntil seinni hálvleikur var 10 minuttir gamal, vóru Føroyar støðugt frammanfyri við einum og tveimum málum. Á facebooksíðuni hjá Hondbóltssambandinum verður sagt, at eina løtu í seinna hálvleiki misnýtti føroyska liðið fleiri góðar málmøguleikar, og so vendi gongdin. Nú var tað Íslands, um var fyri tað mesta var frammanfyrið við 2 – 3 málum. Síðstu minuttirnar megnaði føroyska liðið tó at svara aftur, og so var tað, at Óli Mittún í síðsta seknundi javnaði til 29 – 29.

 

Fyrireikingarnar til EM endaspælið halda fram, men hetta var síðsti landsdysturin undan fráferðini til Montenegro, har EM endaspælið verður í døgunum 4. til 14. august.

 

Føroyar – Ísland 29 – 29 (14 – 14)

 

U-18 vinardystur

 

Føroyar: Óli Mittún 16, Ísak Jógvan Djurhuus Vedersbøl 6, John Skaalum Vilhelm 2, Trúgvi Hávardsson 2, Høgni Heinason 2, Rói Eeyer Hjaltason 1, Tróndur Johnsson, Óla Jákup Gaard Olsen. Niklas D. Gaard, Høgni Vang Højsted, Rói Heinason Thomsen, Marcus Brimsen, Rókur Ziskason, Búi Djurhuus Poulsen

 

Torstein Sivertsen, Aleksandar Lacok

 

Á beinkinum: Hjalti Mohr Jacobsen, Djóni Gaard Joensen, Ari Egason Dam, Durita Rouch

 

Mynd: Harald Bjørgvin