Nú er Markus toppskjútti

1. DEILD: Við trivaligum heimasigri undir Mýruhjalla í kvøld styrkti Skála um sína støðu á toppinum

Nú er bara ein dystur eftir hjá skálamonnum, áðrenn teir fara í summarfrí. Tað verður mikukvøldið í næstu viku á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ. Skála er stórfavorittur at vinna grannauppgerðina, men uttan mun til hvussu tað fer at ganga, so er tað greitt, at skálamenn fara at halda summarfrí sum stórfavorittar at endurvinna plássið í bestu deildini, sum teir mistu síðsta heyst.

 

Í kvøld vann Skála fyrsta dystin í 15. umfari 4-1. Tað var á heimavøllinum undir Mýruhjalla, har teir næstbestu hjá B36 vóru gestir.

 

Hálvleiksstøðan var 1-0, og tað var dygst undan steðginum, at Teitur Poulsen setti hol á. Hetta var fjórða málið hjá Teiti í ár.

 

Eftir steðgin gekk tað skjótt við málskjótingini, tí tá ið seinni hálvleikur var gott og væl hálvrunnin, var støðan 3-1.

 

Markus Isaksen økti um munin til 2-0, áðrenn Jóhann Hansson Joensen við brotssparki minkaði um munin til 2-1. Lítla løtu seinni var Markus Isaksen aftur upp á spæl. Í kvøld var hann tvífaldur málskjútti, og Markus Isaksen er nú saman við Rana Hansen hjá Víkingi toppskjútti í deildini við 13 málum.

 

Simon Jørgensen staðfesti 4-1 heimasigurin. Hann hevur nú skorað 13 mál.

 

Sunnudagin vann B36 3-0 á heimavølli ímóti B71. Í kvøld var liðið hjá Tór-Ingar Akselsen ikki heilt so væl mannað, sum tað var ímóti B71.

 

Síðsti dystur hjá B36 undan summarsteðginum verður mikudagin, tá ið teir næstbestu hjá KÍ vera gestir í Gundadali.

 

 

 

Skála15141048543
AB141022271232
B71141004241830
ÍF14725312523
Víkingur14617322319
NSÍ14518222516
14518192916
EB/Streymur14518153716
B3615141016407
07 Vestur14111214344

 

Í morgin

 

KÍ – AB: Alex Troleis kl. 20.15

 

Leygardagin

 

NSÍ – ÍF: Andras Frederiksberg kl. 15.00

 

07 Vestur – EB/Streymur: Niklas Petersen kl. 13.00

 

B71 – Víkingur: Annfinn Hjaltalin kl. 16.00