Nú er møguleiki fyri kortum í kappróðrinum

Róðrarsambandið hevur havt kunnandi fund við bátsformenninar og umboð fyri feløgini um nýggju ásetingarnar

Tað gongur ov seint fyri seg, og tað hevur við sær, at áhugin fyri at hyggja at minkar. Tað hevur aftur og aftur verið havt frammi í sambandi við kappróðrarnar, og á síðsta aðalfundi hjá Róðrarsambandinum vóru broytingar í kappingarreglunum gjørdar, sum teir vóna fara at gera, at tað fer at ganga skjótari.

Manningarnar verða við broytingunum noyddar at hugsa meiri um tíðina og at skikka sær betri, tá bátarnir verða lagdir til startin. Gera tær ikki tað, so verður gula og reyða kortið á lofti akkurát, sum vit kenna tað frá fótbóltinum, og kortini bera eisini róðrarbann við sær. Hvussu reglarnir eru hesum viðvíkjandi sæst í skipanini fyri kappróður, sum Róðrarsambandið sigur fer at koma út í vikuni.

Skuldi tað komið soleiðis fyri, at onkur bátur fær kort á norðoyastevnu, so eigur hetta ikki at koma óvart á, tí Róðrarsambandið stevndi leygardagin 23. mai øllum bátsformonnunum og umboðum fyri feløgini, ið hava boðað frá luttøku í róðrunum í summar, til kunnandi fundar.


Kortini

Á fundinum varð skorið út í papp, hvat kortini verða givin fyri:

Bátur, sum ikki er komin á startmálið, tá dómarin fer at leggja bátarnar, fær gult kort. Dómarin bíðar ikki eftir nøkrum báti, og tað vil siga, at teir, sum ikki eru komnir, tá startskotið gongur av, taka ikki lut í róðrinum.

Bátar sum tjóvstarta, fáa ávaring. Tjóvstartur verður roknaður, tá bátar fara avstað. tá dómarin rópar ?klárir?, og áðrenn skotið gongur av.


Gula flaggið

Tað er nýtt í sambandi við róðurin, at startdómarin fer at heysa ein gulan vimpul upp í mastrina, tá byrjað verður at leggja bátarnar, og vimpulin verður hangandi til startskotið er garið. So verður vimpulin tikin niður, og hann verður ikki vundin á stong aftur fyrrenn farið verður undir at leggja bátarnar til næsta róður. jh