Hóast Toyota í mong ár hevur verið mest seldi bilur í Føroyum, so hevur japanska bilmerkið fingið kapping síðstu árini.
Í fjør var tað tó eisini Toyota, sum lá á odda, men í 2020 var tað Ford. Í 2019, 2018 og í 2017 var tað Volkswagen, og í 2016 var tað eisini Toyota.
Næstmest selda bilmerki í ár var Ford og Volkswagen – við 141 bilum hvør, síðani Huyndai við 126.
Her er topp 10 listin við mest seldu bilum í Føroyum sjey teir fyrstu mánaðirnar í ár:
1. TOYOTA 173
2. FORD 141
3. VOLKSWAGEN 141
4. HYUNDAI 126
5. VOLVO 113
6. KIA 97
7. MERCEDES-BENZ 81
8. CITROEN 54
9. MAZDA 47
10. RENAULT 46
Her er topp 10 listin við mest seldu bilmerkjum í juli mánaði í ár:
1. TOYOTA 18
2. VOLKSWAGEN 13
3. CITROEN 10
4. SUZUKI 9
5. VARIANT 9
6. HYUNDAI 7
7. MERCEDES-BENZ 7
8. BMW 6
9. VOLVO 6
10. FORD 5