Nú er vápnahvíld í Gaza

So seint sum í nátt - stutt fyri avtalaðu vápnahvíldina - hevur Ísrael lopið á mál í Gaza, soleiðis sum henda myndin vísir.

Klokkan 06 í morgun kom vápnahvíldin millum Ísrael og Hamas í gildi. Vápnahvíldin varar fyribils í fýra dagar.

 

Tað eru londini, Qatar, Egyptaland og USA, sum hava staðið fyri samráðingunum um vápnahvíld.

 

Avalað er millum partarnar, at Ísrael letur eitt ávíst tal av palestinskum fangum leysar, samstundis sum Hamas letur nakrar gíslar leysar.

 

Sum skilst, er tað serliga talan um kvinnur og børn, sum verða leyslatin - á báðum síðum. 

 

Tað var hin 7. oktober, tá Hamas leyp á Ísrael, at fleiri gíslar vórðu tiknir í Ísrael og førdir til Gazageiran.

 

Ísrael hevur sagt, at vápnahvíldin kann leingjast við einum degi í senn útyvir hesar fýra dagarnar - afturfyri hvørjar 10 gíslar, sum Hamas letur leysar.

 

So seint sum í nátt - stutt fyri avtalaðu vápnahvíldina - hevur Ísrael lopið á mál í Gaza, soleiðis sum myndin omanfyri vísir.

 

Tað er norska kringvarpið - NRK - sum ber hesi tíðindi í morgun.

 

##med2##

 

 

 

Myndin er tkin har suðuri í Gaza - í Khan Younis - tíðliga í morgun.