Tað hevur ongantíð verið so galið, sum tað er nú. Men tað er ongin politikari úr nøkrum flokki, sum lyftir hond frá síðu fyri at forða útjaðarunum í Føroyum at doyggja út.
Men størsta feilin hevur mín egni partamaður, Anfinn Kallsberg.
Páll Vang, býráðsformaður á Tvøroyri er sera misnøgdur við, hvussu lítlan ans, løgtingsmenn og landsstýrismenn vísa útjaðaranum í Føroyum.
Tað letur ikki í nøkrum av teimum.
Og so løgi tað ljóðar, letur heldur ikki í politikarunum, sum eru valdir í útjaðaranum.
Páll Vang sigur, at miðsavningin hevur ongantíð verið størri enn hon er nú. Og heldur henda gongdin fram, fer tað at forkoma útjaðaranum heilt.
Hann sigur, at fyrst av øllum finst hann at politiska partamannininum, Anfinni Kallsberg, fíggjarmálaráðharra.
Tað ber ikki longur til, at hann skal sleppa at skjóta seg inn undir, at tað er Eilif Samuelsen, sum umsitur kommunumál.
Tí tá ið Eilif Samuelsen onki megnar, eigur Anfinn Kallsberg at traðka til.
Av tí at tað er hann, sum hevur ábyrgdina, av av fíggjarviðurskiftunum hjá kommununum, er tað eisini hann, sum hevur høvuðsábyrgdina av støðuni hjá útjaðaranum
Hattin av fyri Jóannes
Páll Vang sigur, at fyrstu ferð hann hevur hoyrt var, táið Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins á landsfundi herfyri, tók trupulleikarnar hjá útjaðarunum upp við einum uppskotið um, hvussu teir kunnu loysast.
Tað taki eg hattin av fyri. So manglar Eidesgaard stillara til komandi val, kann hann venda sær til mín.
Nú skemtast tú?
Nei. Hví tað. Eg eri liðugur við hesum partapolitiska tvætlinum.
Men tíverri fær Jóannes Eidesgaard onki svar úr løgtinginum. Tað sigur mær so mikið sum tað, at ongin áhugi er fyri at loysa trupulleikarnar hjá útjaðaranum.
Mist 20% av fólkinum
Páll Vang sigur, at Tvøroyrar Kommuna hevur mist 20% av fólkinum hesi seinastu 10 árini.
Og nú er fólkatalið á Tvøroyri niðanfyri 1800, og so langt niðri hevur tað ikki verið síðani einaferð fyrst í hesi øldini.
Hann heldur, at størstu trupulleikarnir í útjaðarunum er kommunuskuldin og tað tilsvarandi høga skattatrýstið.
Eilif Samuelsen hevur sagt, at landspolitiskt verður kommunuskuldin ikki rørd fyrrenn aftaná 2000.
Men tað kann eg slett ikki góðtaka. Tað er ein lokalpolitisk avgerð, sum merkir, at miðstaðarøkið sleppur at veksa ótálmað trý ár afturat ímeðan útjaðarin bløðir út.
Páll Vang heldur, at hetta er heilt burturvið.
Tað er útjaðarin, sum skapar øll virðini í Føroyum. Tað er í útjaðaranum, at allur útflutningurin verður skaptur, tað er ikki í miðstaðarøkinum. Havnin livir av blokkinum og almennum lønum úr landskassanum
Líkist tað tí nøkrum, at skattaprosentið í útjaðaranum, sum skapar okkum allar inntøkurnar, skal vera hægri enn tað í Havn?
Fyrsta stigið kundi hóskandi verðið, at ongin kommuna skal hava hægri skattaprosent enn Havnar Kommuna.
Men so verða tað nakrar skyldur, tær ringast staddu kommunurnar ikki klára. Og tá má landskassin taka yvir, saman við- kreppulánsgrunninum, og klippa toppin av skuldini.
Páll Vang átalar, at ístaðin fyri at arbeiða ímóti tí endamálinum, gjørdi Eilif Samuelsen beint ímóti viljanum hjá øllum kommununum og steðgaði inngjaldingunum í veðhaldsgrunnin.
Tað er heilt øvugt, at tey pláss, sum skapa virðini, eru ringast fyri fíggjarliga, heldur Páll Vang.
Uttan iva verður tað brikslað tær, at tað er gamaí hjá tær at tosa um útjavning og um at fáa frá øðrum, tí Tvøroyrar Kommuna kemur neyvan nakrantíð burturúr skuldini?
Tvøroyrar kommuna er í eini serstøðu tí hon er einasta kommuna í landinum, sum hevur verið virkin í vinnulívinum
Sjálvur ivist eg í, um tað var rætt. Men av skuldini hjá kommuni stavar ein triðingur, ella 50 miljónir, frá luttøkuni í vinnulívinum. Var kommunan eitt partafelag, var hon sanerað, og so var hon byrjað aftur, eins og næstan øll onnur partafeløg í landinum.
Aðrar kommunur eru komnar illa fyri av almennum íløgum, tær hava gjørt. Tað er Tvøroyri ikki og tí kann støðan heldur ikki samanberast.
28.000 krónur minni at liva fyri
Páll Vang greiðir yvir, at kommunuskuldin er ikki allur trupulleikin.
Men tað er heilt avgjørt ein fortreyt fyri at fólk støðast á einum stað, at skattatrýstið er rímiligt.
Tað er munur á at búgva í eini kommunu við 16% í skatti og einari við 23% í skatti.
Taka vit eini hjún, sum forvinna 400.000 krónur um árið tilsamans, hava tey 28.000 krónur minni at liva fyri um árið í teirri dýraru kommununi, enn tey vildu havt í teirri bíligari, tá ið vit bara rokna beint fram, og ikki telja nakrar sum helst frádráttir uppí.
Fiskurin miðsavnaður
Hinvegin er Páll Vang greiður yvir, at skattatrýstið er ikki tað einasta vandamálið at loysa.
Fólk fæst ikki at trívast í útjaðarunum, um tey ikki hava arbeiði.
Og tað skulu eisini verða onnur størv at bjóða fólki enn størv í fiskiídnaðinum og onnur ófaklærd størv.
Tað mugu eisini verða størv til fólk við útbúgvingum.
Tíverri er øll, almenna umsitingin miðsavnað í Havn.
Men Páll Vang sær fyri sær, at nú verður fiskaarbeiðið eisini miðsavnað.
Eg eri stórliga bangin fyri, at flakavirkið á Tvøroyri verðu tað næsta, Fiskavirking sleppur sær av við.
Og so fer Fiskavirking ístaðin at brúka peningin uppá at gera virkið í Havn ístand.
Sostatt hevur Fiskavirking og Framtaksgrunnurin miðsavnað alla sína framleiðslu í miðstaðarøkinum, í Havn, í Vestmanna og á Skálafjørðinum.
Páll Vang heldur, at rættari hevði verið at Fiskavirking stongdi virkið í Havn og læt tað innrættað til skrivstovur og læt tað í Vági upp ístaðin, tí tað er nýtt.
Hava tvørafólk ikki nettupp viljað, at Fiskavirking seldi teimum virkið aftur?
Jú, og eg havi heldur onki ímóti, at tvørafólk keypa virkið. Men Fiskavirking skal gera tað ístand fyrst.
Ger mannamun á Føroyingum
Páll Vang sigur, at eitt tað fyrsta, og mest týdningarmikla politikararnar kundu gjørt,var at borið so í bandi, at fólk úti um landið hevði líka góðar virkismøguleikar, sum fólki í miðstaðarøkinum.
Virkið úti um landið fáa ikki kappast, tí at flutningurin við Strandferðsluni er so dýrur.
Tí er eitt tað fyrsta, politikarar áttu at gjørt var at gjørt tað ókeypis at ferðast og flyta farm við Strandferðsluni.
Tað gera álendingar. Teir meta ferjurnar sum ein vegur, sum tað ikki skal gjaldast fyri. Ein eysturoyingur, sum fer til Havnar, brúkar báði veg og brúgv ókeypis - sum eisini suðuroyingar hava verið við til at betalt. Men ein suðuroyingur, sum brúkar ein veg, sum eitur Smyril, skal betala fyri tað. Hvørjum líkist tað, at ein skúvoyingur skal betala eyka fyri at fáa húsarhaldsolju út í oynna?
Men heldur ikki í hesum føri er tað ein tann einasti politikari, sum rættir útjaðaranum eina hond, finst býráðsformaðurin á Tvøroyri at.
Allir skilja støðuna - men teir gera onki, leggur hann speiskliga afturat.
Alt hetta kostar pengar?
Hví skal tað bara tosast um pengar, tá ið tað snýr seg um útjaðaran. Hví tosa fólk um lønir, tá ið tosað verður um lærarar og skrivstovufólk, men um studning, tá ið tosað verður um sjómenn? Tað er, hvat tú leggur í orðini.
Páll vang sigur, at politikarar eiga at boða frá, hvat teir vilja við Føroyum.
Er meiningin at miðsavnað 40.000 fólk í Havn, eiga teir at siga tað, so vit onnur vita tað.
Men ætla teir at varðveita okkara lítla land, sum tað er, mugu teir eisini gera tað liviligt úti á bygd.