Nú eru báðir tvíburarnir á Svangaskarði

Ein B36 spælari aftrat fer nú at spæla við B68, har Jákup á Borg er venjari

B68 boðar í dag frá, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við ein nýggjan spælara. Talan er um Hugin Samuelsen, sum verður B68 spælari, tá ið flytingarvindeygað letur upp 15. juni, sum er mikudagin í næstu viku.

 

Hugin Samuelsen hevur higartil bara umboðað barndómsfelagið B36. Higartil í ár hevur hann verið burturstaddur, og tí hevur hann ikki spælt í Føroyum síðani síðsta heyst.

 

23 ára gamli Hugin Samuelsen hevur sambært faroesoccer.com spælt 57 dystir í bestu deildini, og hann hevur skorað 11 mál.

 

Hugin og Gilli Samuelsen eru tvíburar. Gilli flutti fyrr í ár til B36, har hann higartil í ár hevur spælt 9 dystir í bestu landskappingini. Eitt skifti var hann ikki á liðnum, tí hann var skaddur.

 

Samuelsen tvíburarnir kenna væl B68 venjaran Jákup á Borg, sum var venjari hjá teimum í B36 frá 2017 og fram til 2020.

 

Annan sunnudag fer B68 at spæla landskappingardyst á heimavølli ímóti Skála. Bæði B68 og Skála hava fimm stig og eru á ávikavíst 10. og 9. plássi.