Nú eru fleiri línuskip til fiskiskap

Í løtuni eru bæði ísfiskalínuskip og frystilínuskip til fiskiskap. Flestu fiska undir Føroyum, og nøkur eru í Íslandi.

 

Her liggur ísfiskalínuskipið Sandshavið og landar í Havn. Myndin er tilvildarlig.

Trý størri og trý smærri ísfiskalínuskip eru í løtuni til fiskiskap undir Føroyum.

 

- Skipini fáa mest av hýsu og so nakað av toski, longu og brosmu. Vit rokna við, at øll skipini koma inn at landa í næstu viku.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at fýra frystilínuskip í løtuni fiska í íslendskum sjógvi, og fimm fiska undir Føroyum.

 

- Streymurin harðnar, sum næsta vika gongur, og veðrið verður umskiftandi.

 

Tí verður ikki roknað við nógvum útróðri í næstu viku.

 

 

 

Her liggur ísfiskalínuskipið Sandshavið og landar í Havn. Myndin er tilvildarlig.